Konsulát
Aldargamla Fútastova, sum er í Gongini í gomlu Havnini, verður nú riggað til at hýsa íslendskum konsuláti í Føroyum.
Húsini, sum eru sett í stand, eru snotulig at síggja til, og í næstum verður eisini flag lagt á tekjuna.
Poul Mohr, íslendskur konsul í Føroyum, váttar, at umboðsstovan ætlandi letur upp í apríl.
Hann sigur, at enn er ikki endaliga gjørt av, um eitt ella tvey fólk fara at starvast í Fútastovu.
Spurdur, hvussu verður við hansara leikluti sum íslendskur konsul, sigur Poul Mohr, at hesin væntandi heldur uppat, tá ið umboðsstovan er farin av virka.
Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland hevur skundað undir eina íslendska umboðsstovu í Føroyum.
Tað er Óli Samró, sum eigur gomlu og friðaðu Fútastovu í dag.
Søgan aftanfyri
Søgan aftanfyri Fútastovu í Gongini røkkur langt aftur í tíðina. Hetta vóru húsini, sum í gomlum døgum hýstu fútanum og húski hansara. Gongin var høvuðsgøtan í gomlu Havnini, og í Gongini búðu eisini sorinsskrivarin og handilsforvaltarin.
Úr søgnini um Beintu og skaldsøguni hjá Jørgen Frants um Barbaru kenna vit eisini Fútastovu.
Húsini hava í mong ár hýst ymiskum og skiftandi handlum, men munnu Jacob Lützen og Carl á Lag vera teir drúgvastu og kendastu í hesum gamla umhvørvi í Gongini.
Seinasti handilin í Fútastovu var ullavøruhandilin, Sirri.