Fótbóltur og ferðavinna
Millum mongu føroyingarnar, sum vóru til dystin í Hannover herfyri var eisini stjórin í Ferðaráðnum, Heri Niclasen. Hann fegnast um úrslitið og heldur týski áhugin fyri Føroyum sum ferðamannalandi nú av álvara kann fara at taka dik á seg. Ferðaráðið hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at tengja fótbóltin og so áhugan fyri Føroyum sum ferðamannalandi saman við eitt nú at bjóða útlendskum fjølmiðlafólki henda vegin og so eisini við at skipa fyri tiltaki í Hannover í sambandi við sjálvan dystin.
Ferðaráðið hevði boðið fólki til eina stóra samkomu í Gartenshalle í City Hall í Hannover. Har komu nógv fólk, eitt nú yvirborgarstjórin. Sjálvur kanslarin Schrøder varð boðin við men takkaði fyri innbjóðingina og segði, at kallendarin var fullur. Á samkomuni takkaði stjórin í Ferðaráðnum fótbóltssambandinum fyri tað arbeiði tað hevur gjørt til frama fyri Føroyar sum ferðamannalandi eisini. Hann vísti á, at hetta at vikt eru við í altjóða fótbólti er nakað, sum ikki bert gagnar ítróttinum men so sanniliga eisini bæði vinnu og mentan. Sirri, sum eisini er eitt av okkara vinnuligu flaggskipum ikki minst tá tað um ferðamannin umræður var eisini við á samkomuni og vísti fram nakrar av sínum vørum.
Heri Niclasen vísir á, at tað góða samstarvið, sum er millum Ferðaráðið og so tey bæði stóru ferðamannafeløgini Atlantic og Smyril Line, og sum gongur langt aftur í tíðina, slapp eisini at standa sína roynd her. Hann sær fyri sær, at eitt slíkt samstarv fer at hava stóran týdning fyri tann stóra áhuga, sum fer at verða í kjalarvørrinum á landsdystinum. Nettupp á týska marknaðinum hava føroysku feløgini og Ferðaráðið samstarvað væl eitt nú á altjóða ferðamannamessuni, sum er hvørt ár í Berlin.
Fleiri týskarar koma
Stjórin í Ferðaráðnum, sum sjálvur í sínum arbeiði hevur gjørt nógv fyri at fáa týsk ferðafólk henda vegin, ivast ikki í, at tað fara at koma fleiri og fleiri týskarar til Føroya sum frálíður og vísir hann eisini til, at Smyril Line í løtuni byggir nýggja Norrønu á týskari skipasmiðju.
Náttúruupplivilsi er nakað, sum Føroyar kunnu bjóða fram til eitt miljøbevíst publikum, sum týskarar eru. Føroyar eiga nógv av tí, sum kann fáa ein týskan ferðamann at leita henda vegin.
Tað má arbeiðast seriøst víðari við tí, sum er sett í gongd. Her hugsar ferðavinnustjórin ikki bara um Týskland men eisini um Skotland og Ísland, sum vit eisini spæla landsdystir ímóti í hesum umfarinum. Ætlanin er at gera okkurt serligt tiltak í Reykjavík.
Nú er hetta tiltakið so liðugt. Men vit skulu møta teimum og hinum tjóðum næsta ár og tað pliktar okkum til at halda fram við arbeiðinum heldur ferðamannastjórin.
Hann hevur varhugan av ikki minst eftir dystin í Hannover, at týskarar hava fingið eitt sera positivt inntrykk av Føroyum sum tjóð og fólk. Teir meta okkum eitt hugnaligt , lítið og sjarmerandi land.
Føroyingarnir, sum vórðu til dystin í Hannover, vóru eisini sera góðir ambassadørar fyri sítt land og hava latið eftir seg eitt sera positivt inntrykk ikki bara á vøllinum men eisini í gøtununum og har føroyingarnir hava ferðast.
Tað besta nakrantíð
Heri Niclasen var eisini áskoðari til sjálvan dystin. Hann sigur, at tað merktist longu undir upphitingini, at føroyska liðið varð sera tendrað uppá dystin. Teir góvu eisini alt tað teir áttu, ikki bara fysiskt men eisini mentalt og strategiskt. --Hetta er tað besta eg nakrantíð havi sæð landsliðið spæla. So Rumenikke, sum undan dystinunum segði, at føroyingar vóru eitt bein uttan kjøt á, man helst hava fingið hetta beinið í rangastrúpan eftir dystin.
Tað var eisini nakað stórt í at síggja og hoyra Rúna Brattaberg syngja fyri tjóðsangin. Hann fylti nógv hjá eini so lítlari tjóð at vera so leingi í hugaheiminum hjá eini so stórari tjóð sum tí týsku.
-Tá eg gekk heim eftir dystin sá eg nakað, sum segði so nógv. Eg sá tveir dreingir. Ein føroyskan uppá 10 til 11 ár sum møtti einum týskum drongi á sama aldri. Teir høvdu fløgg um herarnar. So tosaðu teir saman og býttu um fløgg og smíltust til hvønn annan og tóku í hondina á hvørjum øðrum, áðrenn teir fóru hvør til sítt. Sama gjørdu páparnir. Hetta er nakað, sum gevur ein annan boðskap enn bara eitt fótbóltsúrslit. Tað liggur annað enn tað aftanfyri slíkar dystir. Tað mentanarliga og virðingin fyri hvørjum øðrum sum fólk telur so sanniliga eisini nógv.
Heri Niclasen heldur annars, at tað at vit fingu Týskland sum mótstøðulið í hesi undankappingini var tað besta sum kundi henda. Høvdu vit næstu ferð drigið Ongland í lutakastinum hevði tað eisini verið sera gott.
Kann ikki gerast upp í pengum
Heri, sum hevur verið við til at brúka nógvar milliónir í marknaðarføring hjá bæði Atlantic og Smyril Line á týska marknaðinum, dylur ikki fyri, at slíkur dystur kann ikki gerast upp í pengum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri okkum.
-Hetta er tað størsta upplivilsi eg havi havt saman við landsliðnum og stóð tað einki aftanfyri tí at møta Danmark fyri 10 árum síðani. Allir gjørdu sítt ítarsta. Tá føroyska liðið var á veg út reistu týsku áskoðararnir seg og klappaðu fyri spælarunum. Tað eiga vit at vera ernir av. Tað er nakað tú sjáldan upplivir.
Heri Niclasen heldur annars fyri, at jú meira ítróttin verður stuðlað og ment og tess meira landsliðið ger vart við seg, tess størri verður áhugin fyri Føroyum. Tí er landsliðið tann besti ambassadørurin vit hava havt og koma at hava.
Nógvir europearar taka hetta lítla landið til sín vegna landsliðið.
Landsliðið átti tí at fingið betri umstøður til at vant og arbeitt undir. Teir steðga um heystið og so verður alt avmonterað. Høvdu vit havt eina innandura høll, sum stóð altjóða mát kundi verið spælt um veturin eisini.
-Hesaferð vóru týskararnir hepnir. Tað vóru marginalar og millimetrar, sum avgjørdu dystin. Tað er skeivt at siga, at týskarar kundu fingið nógv fleiri mál vórðu teir hepnari. Tað sama kanst tú siga um okkara landslið. Lat okkum nú síggja, hvussu verður á Tórsvølli næsta ár.