Tað verður ikki harra hvør sum helst, sum verður høvuðsvenjari á fótbóltsskúlanum hjá KÍ, sum verður 12. og 13. august. Talan er um Jesus Gutierrez - eisini nevndur Guti - sum er ungdómsvenjari hjá Real Madrid. Fótbóltsskúlin er fyri gentur og dreingir, sum eru fødd árini 1992-1998. Kostnaðurin er 400 kr. Íroknað kostnaðin er: 4 venjingar, døgurði báðar dagarnar, T-shirt frá Sport-Master og eitt luttøkubræv. Allir luttakara skulu hava sín egna bólt við til venjingarnar báðar dagarnar. Freistin at melda til er 18. juli. Pláss er fyri 100 luttakarum. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]. Luttakarnir skulu upplýsa navn, bústað, føðingardag og telefonnummar. Í ?3. hálvleiki? á Rás2 í morgin, sum verður á skránni millum kl. 17 og 18.30 verður m.a. eisini samrøða við Pætur Clementsen, ungdómsvenjara hjá KÍ, sum fer at fortelja um fótbóltsskúlan.