Tríggir kendir fótbóltsspælarar verða hóskvøldið við í sendingini Bønarlinjan, sum verður send á kristiligu útvarpsrásini Lindini hvørt hóskvøld.
Jenis av Rana er annar av vertunum fyri sendingini, og hóskvøldið hevur hann boðið trimum fótbóltsspælarum í útvarpsstovuna. Teir umboða trý tey fremstu feløgini í landinum.
Úr Skála verður tað landsliðsspælarin Jónhard Frederiksberg, úr B36 Okeke Obele Onyebuchii ella Obi, sum hann vanliga verður róptur og úr HB vágamaðurin Tór-Ingar Akselsen.
Vit fara at tosa um trúgv og fótbólt, og hvussu tað er at samantvinna hetta, sigur Jenis av Rana, vertur fyri Bønarlinjuni.