Tað skal vita illa við hjá flogbóltsmonnunum í Fuglafirði, um teir ikki fara at vinna FM.
SÍ hevur verið argasti kappingarneytin hjá fuglfirðingum, men í dag megnaðu sørvingar ikki at halda tørn í tí kappingini. Sørvingar høvdu vitjan av Mjølnir, sum vann 3-2.
Talan var um sera tætta og intensa uppgerð: 25-22, 17-25, 25-21, 16-25 og 15-17. Í 5. setti var SÍ á odda 8-3 og 14-11, men tað eydnaðist klaksvíkingum at koma aftur í aftur og vinna avgerandi settið 17-15.
Støðan: ÍF 9, SÍ 6, Mjølnir 4 og Fleyr 3 stig. ÍF og Fleyr hava spælt 8 dystir, og SÍ og Mjølnir hava spælt 9 dystir. ÍF og Fleyr hittast á Kambsdali í morgin kl. 14.