Mjølnir ? ÍF 1 ? 3 (25-17, 17-25, 16-25, 19-25)
Flogbóltur, meistaradeild menn
Meistaradeildin hjá monnum varð avgjørd í Klaksvík leygardagin. Mjølnir skuldi vinna dystin ímóti ÍF, um nakar spenningur skuldi vera eftir til seinasta leikdag næsta vikuskifti, men ÍF vildi tað øðrvísi.
Mjølnir var favorittur
Fyrst í kappingarárinum var einki sum bendi á, at ÍF skuldi enda ovast. Tá vóru tað serliga Mjølnir og Fram, sum dystaðust um oddasessin. Mjølnir fór í jólafrí á odda, og sjálvt um munurin ikki var so stórur niður til hini liðini, so var nógv sum bendi á, at tað fór at eydnast Mjølni at vinna enn ein meistaraskap. Liðið spældi væl, og teir høvdu eisini neyðuga hepni við sær. Men seinna hálva hevur verið ógvuliga kørg hjá Mjølni. Liðið hevur ikki vunnið síðan 27. januar, og tá ið so ÍF í seinnu hálvu hevur vunnið allar sínar dystir, er avgerðin nú fallin.
Dystargongdin
Stórt trýst lá á Mjølni til henda dystin. Kravið var ein sigur. Tað heila byrjaði sera væl. Uppstillingin varð broytt nakað, tí Borko spældi á miðjuni, og fyri hann á kantinum spældi Jógvan, sum annars vanliga hevur spælt hevari. Jóannes spældi diagonalur fyri Rúna, og henda uppstillingin tóktist virka væl. Mjølnir legði harðliga fyri í 1. setti, og ÍF fekk kærleikan at kenna. Blokkurin hjá Mjølni var sum ein livandi múrur og tók at kalla øll smash, sum ÍF royndi seg við. Borko og Trygvi á miðjuni hjá Mjølni smashaðu eisini sera væl, so tað sá út sum um, at Mjølnir hevði funnið uppskriftina til at vinna á ÍF.
Fyrst í 2. setti gekst eisini væl hjá Mjølni, men so fór ÍF-maskinan í gongd. Nógvar hevingar fara út á kantin hjá ÍF, og Kenneth og Boban spældu seg upp, og funnu hol í blokkinum hjá Mjølni. Tá ið ÍF fyrst hevði fingið spælið rættiliga at glíða, var dysturin avgjørdur. ÍF lovaði ongantíð Mjølni at koma fyri seg aftur, og teir stýrdu dystinum fullkomiliga, tað sum eftir var, sum settmunurin eisini greitt sigur. Besti maður á vølli var Kenneth Neshamar í ÍF.
Hví ÍF?
Hvussu ber tað so til, at tað júst gjørdist ÍF, sum vann føroyameistaraskapin í ár? Høvuðsorsøkin er helst Boban Ilic. Hann er sera góður leikari, men tað eru so nógvir hjá ÍF. Men Boban hevur megnað at fingið liðið at virka saman. Hann hevur vant liðið, og leikararnir eru væl fyri, og spælið gongur sera væl. Nakrir gamlir leikarar eru komnir aftur og saman við teimum ungu, hevur hetta ført til, at ÍF í ár hevur vunnið greipuna. At so hini liðini hava havt misjøvn úrslit, hevur sjálvandi ikki gjørt støðuna verri. Men ÍF er besta liðið í meistaradeildini hjá monnum, og vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.
Silvurstríðið
Nú ÍF stakk av við gullinum, eru silvurið og bronsan eftir at dystast um. Har liggja 3 lið framvið. Fram er í løtuni á 2. plássi. Teir hava 13 stig, men í hølinum á teimum er Fleyr, sum hevur 12 stig og Mjølnir hevur 11 stig, men teir mangla ein dyst ímóti SÍ. Sostatt er einki avgjørt enn. Fleyr og Mjølnir dystast leygardagin í Gundadalshøllini, og liðið sum vinnur fær heiðursmerki. Fram og ÍF spæla í Eysturskúlanum, og vinnur Fram, so fáa teir silvurið.
Onnur úrslit:
Fleyr ? SÍ 3 - 0
ÍF ? Fleyr 1 ? 3
SÍ ? Fram 0 ? 3