Faðir og sonur hittust á reduni

Tað eru feðgar úr Vági, sum eru skiparar á Thor Magna og Thor Omega, sum lógu á reduni í Trinidad í vikuni.

Í vikuni lógu tvey skip hjá reiðarínum Thor í Hósvík á reduni í Port of Spain (Trinidad), og her bar tað so á, at skipararnir á hesum báðum skipum vóru feðgarnir úr Vági, Gudmund Damberg og Fríði Damberg.

 

Gudmund Damberg er skipari á Thor Omega, og Fríði Damberg er skipari á Thor Magna.

 

Føroyingar sigla á øllum heimsins høvum, og soleiðis er eisini við skipunum hjá reiðarínum Thor í Hósvík. Tó hendir tað ikki ofta, at føroyskt reiðarí hevur tvey skip samstundis á reduni í Trinidad.

 

Men, hetta hendi í vikuni, og hetta gav eisini høvi hjá manningunum - og ikki minst hjá skiparunum báðum og feðgunum úr Vági - at vera saman eina løtu umborð á Thor Magna á reduni í Trinidad.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað eisini kemur fyri, at skip hjá reiðarínum Thor arbeiða í somu verkætlan, og hesi bæði skipini - Thor Omega og Thor Magni - skulu arbeiða í Guynea.