Kanska verður tað næsta ár, at ferðafólkm sum bíða á ferjuleguni á Syðradali, fáa betri umstøður. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað er Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur reist málið og í hesum sambandi hevur hon spurt landsstýrismannin, nær ætlanin er at asfaltera vegirnar og tunlarnar í Kalsoynni.
Hon vildi eisini hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at bøta um viðurskiftini hjá ferðafólkum, sum bíða á keiini á Syðradali. Eitt nú hevur verið tosað um at byggja eitt bíðirúm við vesi, og øðrum hentleikum, á ferjuleguni á Syðradali.
Kalsoyggin er ein av mest vitjaðu oyggjunum í landinum og yvir 20.000 fólk, og meira enn 3.000 bilar farin um Kalsoyarfjørð fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta eru fimm túsund ferðafólk fleiri enn somu tíð í fjør. Nógva ferðslan slítur vegirnar, og tað sæst aftur, tí nógva staðni eru teir illa farnir. Tí mugu vegirnir asfalterast, heldur løgtingskvinnan. Hon vísir eisini á, at umstøðurnar hjá ferðafólkum, sum bíða, eru heldur ikki tær bestu, serliga tá ið veðrið er vánaligt. Klaksvíkar kommuna setti tvey vesi upp á havnarlagnum. Men nú sigst, at tey eru niðurtikin aftur tí tey skuldu brúkast aðrastaðni. Tí má tað almenna nú gera okkurt fyri at bøta um hesi viðurskifti, heldur Beinta Løwe.
Landsstýrismaðurin sigur, at í ár eru ein hálv millión játtað til vegir og tunlar í Kalsoynni. Tær eru brúktar til at asfaltera eitt strekki í Villingardalstunlinum. Men Uni Rasmussen vísir samstundis á, at ein partur av vegunum, eisini tunlarnir, ongantíð eru gjørt heilt liðugt - og tað er ein spurningur um játtan, nær arbeiðið verður gjørt.
Samstundis hevur verið arbeitt við málinum um at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki á Syðradali. Ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, og nakað er brúkt til planlegging og tekning. Tað, sum liggur í kortunum nú, er at gera eitt bíðirúm við vesi við ferjuleguna á Syðradali, og tað kostar eina tvær milliónir Og Uni Rasmussen sigur, at hann fer at taka málið upp í heyst, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd.