Veðurvánirnar fyri ársins G-festival í Gøtu, eru heilt hampuliga. Sjálv sigur Sigvør Laksá, stjóri í G, at hon kannar ikki veðurforsøgnina tá ið festivalurin, uttan tá ið veðurvánirnar eru heilt ringar. Hon sigur veðrið má sær ráða og tað er sjáldan, at vit fáa tríggjar góðar dagar - og tað er eisini sjáldan, at vit fáa tríggjar ringar dagar, sigur hon.
Men sum tað sær út nú, verður rættiliga gott veður í dag og í morgin, kanska nakrir dropar koma av himli seinni í kvøld, men tað slítur aftur sum kvøldið líður. Annars verður eitt lot av útnyrðingi og norði, og tað verður ikki, tí hitin verður um átta stig í nátt og upp í eini 12 stig í morgin. Annars verður sama veðrið í morgin og tá verður kanska sól enntá. Men leygardagin er at finna regnklæðini fram, tí tá fer at regna. Men vindurin og hitin verður tann sami - og um kvøldið sær út til at slíta í aftur.