Facebook stovnari gerst ríkari og ríkari

Her er listin yvir 10 tey ríkastu í heiminum.

Stovnarin og stjórin í Facebook, Mark Zuckerberg, gerst ríkari og ríkari og nú er hann triðríkasti persónurin í heiminum. Tað vísir ein uppgerð, sum greiningarfyritøkan Bloomberg hevur gjørt, skrivar eb.dk í dag.  

 

34 ára gamli Zuckerberg er mettur at eiga 81.6 milliardir dollarar, sum svarar til áleið 518 milliónir krónur. Og tað eru fólk innan júst KT heimin, sum eiga flest pengar. Jeff Bezos, stovnarin av Amazon er ríkastur, og honum næstur er Bill Gates, sum er ein av stovnarunum av Microsoft.

 

Orsøkin til, at Zuckerberg er farin fram á listanum er sambært EB.dk, at virðið á Facebook partabrøvum fríggjadagin vaks við 2.4 prosetum. Í alt er virðið á felagnum í ár vaksið við 15 prosentum. Og hóast kursurin varð ávirkaður, tá ið Facebook fyrr í ár fekk nógva neiliga umrøðu orsaka av gøluni um brúkaraupplýsingar, so er virðið vaksið aftur. Fullfíggjaði top 10 listin er her: 

 

 

1 - Amazon stovnarin Jeff Bezos, USA, 142 milliardir dollarar

2 - Microsoft stovnarin Bill Gates, USA, 94.2 milliardir dollarar

3 - Facebook stovnarin Mark Zuckerberg, USA, 81.6 milliardir dollarar

4 - Berkshire Hathaway formaðurin Warren Buffet, USA, 81.2 milliardir dollarar

5 - Eigarin av klædnafyritøkuni Inditex Amancio Ortega, Spania, 76.1 milliardir dollarar

6 - Louis Vuitton formaðurin Bernard Arnault, Frakland, 73.2 milliardir dollarar

7 - Eigarin av telefyritøkuni America Mobil Carlos Slim, Mexico, 62.5 milliardir dollarar

8 - Stjórin í Alphabet Goggle Larry Page, USA, 56 milliardir dollarar

9 - Stovnarin av Mountain View og forsetin í Alphabet Sergey Brin, USA, 54.6 milliardir dollarar

10 - Stovnarin av Oracle Larry Ellison, USA, 52.6 milliardir dollarar. 

 

 

Kelda: Bloomberg index og eb.dk