Dánial Hoydal sigur, at afturmeldingarnar, sum Faer Isles Distillery hevur fingið um akvavittið og ginnið, eru góðar - eisini frá fakfólki, sum hava smakkað føroysku framleiðsluna. 

Faer Isles latið 900 fløskur á marknaðin

- Í fyrstu atløgu koyra vit 450 fløskur av hvørjum, ávikavist akvavitti og ginni, út á marknaðin, sigur Dánial Hoydal.

 

Dánial Hoydal sigur, at afturmeldingarnar, sum Faer Isles Distillery hevur fingið um akvavittið og ginnið, eru góðar - eisini frá fakfólki, sum hava smakkað føroysku framleiðsluna. 

Í dag fóru fyrstu droparnir av ávikavist akvavitti og ginni hjá føroysku íverksetarafyritøkuni, Faer Isles Distillery, til Rúsdrekkasølu Landsins.

 

Um eina viku - ella næsta fríggjadag - kann framleiðslan keypast í sølunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

 

In.fo var inni á gólvinum hjá Faer Isles Distillery Inni á Fjørð í Vestmanna í dag, har bryggjatíið heldur til í leigaðum hølum.

 

Her vísti ein av oddamonnunum í føroysku fyritøkuni, Dánial Hoydal, okkum snøggu fløskurnar við góðu dropunum í.

 

- Í fyrstu atløgu koyra vit 450 fløskur av hvørjum, ávikavist akvavitti og ginni, út á marknaðin. Hetta eru snøggar hálvan litur føskur, og hetta eru fløskurnar, sum vit fara at tappa okkara framleiðslu í.

 

- Berandi smakkurin í akvavittinum er hvonn, og í ginninum er berandi smakkurin baraldur. Annars er tari - langvaksin reipatari - í báðum sløgunum, sigur Dánial Hoydal.

 

Dánial Hoydal sigur, at afturmeldingarnar, sum Faer Isles Distillery hevur fingið um akvavittið og ginnið, eru góðar - eisini frá fakfólki, sum hava smakkað føroysku framleiðsluna. 

 

- Vit eru sera spent eftir at vita, hvussu móttøkan verður, og vit fara at lata fleiri fløskur á marknaðin, sum tíðin gongur. Hetta er bara byrjanin, leggur Dánial Hoydal aftrat.

 



 

 

Dánial Hoydal sigur, at afturmeldingarnar, sum Faer Isles Distillery hevur fingið um akvavittið og ginnið, eru góðar - eisini frá fakfólki, sum hava smakkað føroysku framleiðsluna.