Tøl frá Akstovuni vísa, at fyrra hálvár í ár vórðu skrásett 162 innflutt brúkt akfør. Tað eru tvey færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 164. Tað svarar til eina minking upp á 1,2 prosent.
Størsta minkingin er í persónbilum. Higartil í ár eru 70 brúktir persónbilar skrásettir, samanborið við 80 í sama tíðarskeiði í 2025. Tað er ein minking upp á 12,5 prosent.
Hinvegin eru fleiri aðrir akfarabólkar í vøkstri. Innflutningurin av brúktum vørubilum er vaksin úr 13 upp í 22, svarandi til ein vøkstur upp á 69 prosent.
Eisini eru fleiri brúktir viðfestisvognar og campingvognar skrásettir. Talið av viðfestisvognum er vaksið úr 10 upp í 17, meðan talið av campingvognum er vaksið úr fimm upp í 12.
Í juni vórðu skrásett 29 innflutt brúkt akfør móti 33 sama mánað í fjør.
Samlaða myndin er sostatt, at innflutningurin av brúktum akførum er nærum óbroyttur, men samansetingin er broytt, so færri brúktir persónbilar og fleiri vøru- og campingvognar verða fluttir til Føroya.











