Toppliðið framdi meistaraavrik í nógvum hita

Í øllum hitanum eydnaðist tað í kvøld NSÍ at vinna og harvið at tryggja sær atgongumerki til eitt umfar aftrat í UEFA Conference League

Tað er stórur fagnaður í NSÍ hópinum og millum trúføstu fjeppararnar, sum í kvøld vóru eygnavitni, tá ið NSÍ í hitanum suðuri í Miðalhavinum spældi og stríddist ímóti maltesiska meistaraliðnum Hamrun Spartans.

 

Í Klaksvík fyri einari viku síðani endaði tað 1-1, og tað kundi bent á, at tað fór at verða stríggið – sera stríggið – á útivølli. Men NSÍ vísti meistaravrik og framdi satt bragd við at vinna 2-1 í 32 hitastigum á Ta' Qali vøllinum, sum eisini er tjóðarvøllur hjá Malta.

 

Tveir minuttir undan steðginum legði Michal Przybylski NSÍ á odda. Átta minuttir eftir steðgin javnaði heimaliðið, tá ið Ante Coric skoraði, og so gekk javnt á.

 

NSÍ megnaði bæði at halda tørn í verjuni og at leypa á, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði NSÍ sigursmálið. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum liðformaðurin Petur Knudsen umsetti til mál, og so vann NSÍ 2-1. Sigurin ber við sær, at NSÍ longu í næstu viku aftur skal í europeiska eldin. Tá verður tað Koper úr Slovenia, sum verður mótstøðuliðið.

 

Í kvøld var tað merkisvert, at bæði Sammy Skytte og Filip Drinic vóru millum teir fyrstu ellivu. Sammy Skytte fór av vøllinum, tá ið stórir tíggju minuttir vóru eftir at spæla, og tá fór Filip Drinic eisini av vøllinum.

 

Í fjør var tað stórt vónbrot, tá ið NSÍ eftir 4-0 heimaleiðslu í finska høvuðsstaðnum varð varpað úr hesi kappingini. Tá var tað óvæntað, og í kvøld er tað ikki minni óvæntað, at NSÍ hevur megnað at spæla seg víðari í kappingini.

 

20. august í 2020 vann NSÍ seg víðari í Europa League við at vinna 5-1 á Svangaskarði ímóti Barry Town úr Wales. Einastu, sum vóru millum teir fyrstu ellivu ta ferðina og aftur í kvøld, eru Jann J. Benjaminsen og Petur Knudsen. Aron Knudsen varð bæði skiftur inn í kvøld og í 5-1 korona sigrinum ímóti Barru Town.