Møguleiki fyri at taka IQ-roynd í Føroyum í summar

Endamálið við áhugafelaganum Mensa, er at skipa eitt sosialt felag fyri fólk við høgum skilvitið, somuleiðis at menna tilvitið um høgt skilvitið í samfelaganum, og menna gransking innan skilvitið.

Mynd: mensa.dk

Mensa er altjóða áhugafeløg fyri fólk við skilvitið í teimum hægsta 2 % í samfelaganum.

Í summar verður tað møguleiki fyri at taka eina IQ- roynd fyriskipa av Mensa Danmark.

 

Mensa er sum nevnt áhugafeløg fyri fólk við høgum skilvitið, og í skrivandi løtu eru tað umleið 2200 fólk í kongaríkinum, ið eru limir í Mensa Danmark.

Útfrá teimum tveimum procentum, kunnu tað vera umleið 1000-1200 í Føroyum við høgum skilvitið.

 

Endamálið við áhugafelaganum Mensa, er at skipa eitt sosialt felag fyri fólk við høgum skilvitið, somuleiðis at menna tilvitið um høgt skilvitið í samfelaganum, og menna gransking innan skilvitið.

 

Mensa er hugsjónlagari óheft og fyriheldur seg einans til spurningar um skilvitið og tess týðning fyri samfelagsborgarar, og møguligar avbjóðingar viðvíkjandi skilvitið.

 

Fyri meiri kunning um Mensa og nær IQ-roynd í Føroyum verður hildin, er møguligt at vitja heimasíðuna hjá Mensa.

 

Eru tað fleir spurningar, eru møguligt at seta seg í samband við Teitur Vágadal, tlfnr er at finna á krak.dk, verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Mynd: mensa.dk