Færri føroyingar søkja inn á hægri lestur

– men fleiri lesa í Føroyum

Færri søkja inn á universitet í Danmark og yvirskipað sýnist, at føroyingar fylgja rákinum, har færri hava søkt inn á universitet í Danmark. Gongdin hevur í Danmark sett ferð á kjak, um hví so er; millum orsøkirnar eru smærri árgangir frá miðnámi, fleiri ið taka longri sabbatár og eitt minni útboð av útbúgvingum rættað til útlendingar.

 

Tað skrivar Vegleiðingarstovan í frágreiðing.

 

Serliga er tað lækkingin í umsóknum til útbúgvingar innan vælferðarøkið, sum vekir ans, tí færri søkja inn til sjúkrarøkt, námsfrøði og fólkaskúlalærara.

 

Tað er tó ikki vist, at føroyingar fylgja rákinum, hóast tað kann sýnast soleiðis yvirskipað. Tí meðan færri føroyingar søkja inn á hægri lestur í Danmark samanborið við seinastu tvey árini, eru fleiri umsóknir í ár samanborið við 2019. Á Fróðskaparsetrinum vendir nýggja vetrarupptøkan til sjúkrarøktarfrøði umsóknartølunum frá einari lækking í tali av umsøkjarum til eina hækking í mun til undanfarin ár. Verður vetrarupptøkan tikin burtur, er ein lækking í umsóknum samborið við 2019. Hyggja vit eftir tølunum frá Studna, har tað sæst, hvussu nógvir føroyingar fáa stuðul, sæst yvirskipað, at færri føroyingar lesa, men fleiri lesa í Føroyum samanborið við undanfarin ár.

 

Færri søkja inn á hægri lestur

 

Í upptøkutølunum frá felags upptøkuni KOT í Danmark verður skrásett, hvussu nógv søkja við føroyskum miðnámsprógvi, tí ber til hjá okkum at síggja gongdina hjá føroyskum umsøkjarum. Talið av føroyingum, sum hava søkt inn á hægri lestur bæði í Danmark og Føroyum, er lækkað. Uddannelses- og Forskningsstyrelsen vísur í rapportini Søgning 2022 á, at talið av umsøkjarum til universitet í Danmark er lækkað við 10%, og at tað eru fleiri orsøkir til lækkingina. Í árunum 2020 og 2021 vóru umsøkjaratølini til universitet serstakliga høg orsaka av Korona farsóttini. Tí verður samanberingin meira røtt millum 2019 og í ár. Í ár er árgangurin frá miðnám lægri, og fleiri taka longri sabbatár. Eisini eru broytingar í útboðum av útbúgvingum við enskum sum undirvísingarmál, ið hevur lækkað talið av útlendskum umsøkjarum.

 

302 føroyingar søktu inn á universitet í Danmark í ár. Í 2019 vóru 289 umsóknir, í 2020 fór talið upp á 312 og í 2021 fór tað niður á 309. Samanborið við 2019 eru tað fleiri sum søkja inn á universitet í Danmark í ár, og taka vit árini 2020 og 2021 við er talan um eina lækking í umsøkjaratølunum. Á Fróðskaparsetrinum eru tølini hækkað í 2022 í mun til 2019, tí Setrið hevur fingið vetrarupptøku aftrat summarupptøku til sjúkrarøktarfrøði. Talið av umsøkjarum til sjúkrarøktarfrøði var í ár 102 harav 64 umsóknir vóru til vetrarbyrjan í 2022. Við vetrarupptøkuni eru 5,4% fleiri umsóknir til Setrið í ár. Uttan vetrarupptøkuna á 64 umsóknir er lækkingin 12% frá 2019 til í ár. Umleið 100 søkja inn á Hægri Nám á Glasir* í ár.

 

##med2##