Tað vísa nýggj hagtøl frá Skúlablaðnum.
Talið svarar til 46 prosent av teimum næmingum, sum gingu í 9. flokki undanfarna skúlaár. Sostatt velja knappliga helvtin av einum árgangi at halda fram í fólkaskúlanum eitt ár afturat.
Flestu næmingarnir fara í **Nám X** í Havn. Har eru 185 næmingar innskrivaðir, sum er meira enn helvtin av øllum næmingunum í 10. flokki í Føroyum.
Næststørsta tilboðið er á Skúlatrøð í Klaksvík við 55 næmingum, meðan eNám hevur 46 næmingar. Samstarvið millum Runavíkar og Tofta skúla hevur 41 næmingar.
Samanborið við undanfarin ár er talið lækkað. Tað árið, tá flest næmingar fóru í 10. flokk, var skúlaárið 2016/17, tá 512 næmingar vóru innskrivaðir. Størsti parturin av einum árgangi valdi tó 10. flokk árið fyri, tá nærum 70 prosent av næmingunum úr 9. flokki hildu fram.
Seinastu fimm árini hava í miðal 387 næmingar verið í 10. flokki. Í ár er talið sostatt nakað lægri enn miðaltalið.
Komandi skúlaár verða fleiri dreingir enn gentur í 10. flokki. 201 dreingir eru innskrivaðir, meðan 148 gentur hava valt 10. flokk.
10. flokkur er skipaður øðrvísi enn hinir flokkar í fólkaskúlanum. Dentur verður lagdur á breytir og áhugamál, sum skulu fyrireika næmingarnar til víðari útbúgving og arbeiðslív.











