Fakfeløg løgd saman

Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya og Føroya Psykiatrifelag hava nú endaliga lagt saman í Heilsurøktarafelagið

Í 2007 vórðu sáttmálarnir hjá Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya og Føroya Psykiatrifelag skrivaðir saman, og harvið byrjaði tilgongdin at leggja feløgini saman.
- Tað varð hildið at vera rætt at leggja feløgini saman, tí heilsurøktararnir vóru í tveimum ymiskum feløgum, alt eftir hvar teir arbeiddu, sigur Majbritt Mohr, sum er forkvinna í samanlagda felagnum , Heilsurøktarafelagið.
Formliga samanleggingin fór fram á fundi á Hotel Føroyum leygardagin.
Tá var aðalfundur, viðtøkurnar staðfestar, og felagið fekk nevnd.
Frammanundan hava eykaaðalfundir verið í báðum feløgum.
Nevndin er hendaN. Majbritt Mohr, forkvinna, Kerstin Laksafoss, Jóhanna Henriksen, Sveinbjørn Olsen og Gunvør Sigurðsson.