Fakfeløgini svíkja síni egnu

Ingolf S. Olsen, fiskimaður og fríyrkis-journalistur
----

Eg skilji sera væl, at fakfeløgini eru í øðini um, at stýrið fyri ALS hevur forgylt fráfarna stjóran við eini risaupphædd. Sjálvur havi eg eisini almannakunngjørt mína øði um hetta – á Facebook.
Men at fakfeløgini á almanna arbeiðsmarknaðinum nú alment hava heitt á stýrið um at fara frá uttan yvirhøvur at taka í egnan barm og uttan yvirhøvur at hugsa um, at tey framman fyri øllum Føroya fólki krossfesta sínar egnu limir, tá flýgur sinnið í meg.
Hvat billa tey sær inn?
Tey skulu verja sínar limir úteftir, so leingi hesir eru limir. Altíð og uttan undantak! Hetta er ein ófrávíkilig aðalregla í fakfelagsarbeiði, hóast hon ikki stendur skrivað nakra staðir. Um eitt fakfelag ætlar at tveita ein av sínum limum fyri úlvarnar, so eigur tað fyrst at ekskludera hendan limin.
Eg havi sjálvur verið fakfelagsaktivur í mong harrans ár bæði í Danmark og í Føroyum, og havi eisini sitið í fakfelagsnevnd, so hetta er ikki bara tikið úr leysum lofti.
Almennu fakfeløgini hava uttan at blunka offrað sítt egna umboð í stýrinum og turkað alt av upp á hann, sum um tey sjálvi ikki eiga nakra medábyrgd.
Fakfeløgini hava sjálvi skyldu til at lata teirra umboð í ALS-stýrinum væl og virðiliga í til at røkja uppgávuna. Og fakfeløgini eiga sjálvi at vera uppsøkjandi og syrgja fyri at fáa neyðugu kunningina frá teirra umboðum.
Júst hett málið er dømi um, at fakfeløgini ikki hava gjørt teirra arbeiði og syrgt fyri at teirra umboð var fyrireikað til ein slíka støðu sum hesa við fráfaringaravtaluni hjá Ernst Jacobsen, fyrrverandi ALS-stjóra. Tí ALS hevur einaferð fyrr sloppið sær av við ein stjóra og rindað honum 13 mánaðarlønir fyri tað. Tískil eigur problematikkurin ikki at koma óvart á fakfeløgini.
Um tann stjórin segði upp sjálvur ella varð uppsagdur, minnist eg ikki, men tað er líkamikið í hesum samanhanginum. Tað sum er kjarnan í málinum, er, at ALS-limirnir skulu rinda ovurhonds upphæddir til fráfarnar stjórar, meðan kassin annars nóg illa megnar at halda sína høvuðsskyldu, at lata stuðul til sínar arbeiðsleysu limir.
Hetta er ikki ein verjurøða fyri atburðin hjá ALS-stýrinum, tí onki er at ivast í, at tey gjørdu skeivt, tá tey skrivaðu undir fráfaringaravtaluna hjá Ernst Jacobsen. Men stýrislimirnir, tilnevndir av fakfeløgunum, sum eg havi hoyrt úttlað seg, siga seg hava gjørt hetta, tí teir høvdu álit á tí ráðgeving, teir fingu – millum annað frá nú frákoyrda stýrisformanninum, ið er ein av teim tungu løgfrøðingunum í Føroyum – og tí onki alternativ lá á borðinum.
Kanska vóru stýrislimirnir naivir og skuldu havt leitað sær ta óheftu ráðgeving sjálvir, sum teirra fakfeløg ikki høvdu syrgt fyri at givið teimu upp á forhond.
Men at teir skulu krossefestast alment, meðan teirra fakpolitiska bakland pussar gloriur, tað er, fyri at brúka miðalvarpingina hjá einu øðrum illum eysturoyingi, sørindansemeg ikki í lagi.