Fakta um Hvítubók

Í tíggju pørtum viðger Hvítabók, hvørjar treytir gera seg galdandi, antin vit velja at troyta núverandi heimastýrisskipan ella vit velja fullveldi

Sum tað stendur á kápuni á Hvítubók, ið varð borin fjølmiðlunum seinnapartin fríggjadagin, er ætlanin við hesum verki, at tað skal vera støðið undir einum sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt fullveldisríki í samstarvi við Danmark. Ella sum landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum velur at nevna bókina, ein amboðskassi til fullveldi.

Upprunin til bókina er samtyktin á Føroya Løgtingi í fjør heyst um, at landsstýrið skal fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sáttmála millum Føroyar og Danmarkar, ið skipar Føroyar sum fullveldisríki í samstarvi við Danmark. Sum lið í hesum fyrireikingum setti landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum 25. nov. sáttmálanevndina við tí setningi at greina støðið undir umrødda sáttmála. Frágreiðingin, nevndin er komin til, er løgd fram í Hvítubók.


Útgreinað

Sjálv Hvítabók er í tíggju pørtum. Í formælinum verður greitt frá, hvussu bókin er vorðin til, samandráttir og niðurstøður av teim tíggju pørtunum eru, og seinast í bókini verða hugtøk og heiti greinað og lýst. Umframt fær lesarin innlit í, hvørji upprit og hvørjar heimildir eru brúktar.

Afturat Hvítubók eru tvey fylgibind. Annað er frágreiðingin hjá búskaparnevndini, sum varð sett at lýsa grundarlagið undir eini búskaparligari og fíggjarligari uppgerð millum Føroyar og Danmarkar, og hitt er frágreiðingin frá fyrisitingarbólkinum, sum varð settur at lýsa tað fyrisitingarliga samstarvið við Danmark, og at lýsa, hvørji krøvini verða, skulu Føroyar umsita øll málsøki sjálvar.



Tíggju fólk hava sitið í sáttmálanevndini umframt fundarskrivaran. Nevndin hevur havt 20 fundir. Á fyrsta fundi skipaði hon seg í bólkar, sum fingu ábyrgdina av at greina út ymisku partarnar og at gera uppskot um, hvussu teir kundi loysast.

Fyrsti partur í Hvítubók viðger hugtakið Hvítubók. Øll ríki eiga javnstøðu í fullveldi, tey eru javnsett til rættindi og skyldur og eru javnbjóðis limir í altjóðasamfelagnum hóast ymisk til búskaparligar, samfelagsligar, politiskar og aðrar umstøður. Fullveldi ber við øðrum orðum við sær, at tað er ikki undirgivið nøkrum øðrum ríki, og at onnur ríki kunnu ikki leggja seg út í tess innlendisviðurskifti.

Í næsta parti verður stjórnmálasøga Føroya viðgjørd. Farið verður langt aftur í tíðina, tá ið føroyingar ráddu sær sjálvum og høvdu egið ting, til vit fingu heimastýrislógina í 1948. Í triðja parti verður samveldissáttmálin frá 1918 millum Ísland og Danmark umrøddur, hesin sáttmálin sum fleiri ferðir hevur verið nevndur sum møgulig fyrimynd fyri framtíðarskipan Føroya og Danmarkar ímillum.

Skipanir millum heimastýri og fullveldi verða lýstar í fjórða parti. Umrøtt verðu, hvussu viðurskifti millum ríkisstjórnir og ríkislutastjórnir kunnu verða skipað. Nomið verður við skipanir, ið geva meira sjálvstýri enn núverandi heimastýrisskipan, uttan at nýtt ríki verður stovnsett. Víst verður til hesar høvuðsleiðir: Troyting av núverandi heimastýrislóg, rúmari heimastýri innan galdandi grundlóg, víðtøkt sjálvstýri undir broyttari danskari grundlóg og frælsan felagsskap við Danmark.

Fimti partur í Hvítubók er um smátjóðir við fullveldi. Tíggju smáríki eru í heiminum, ið hava fólkatal sum Føroyar ella minni. Í flestøllum førum hava smáríki hildið fram at hava vinarliga sambond við gamla miðveldið, bæði viðvíkjandi hjálp og íløgutiltøkum.

Sætti partur viðger, hvussu Føroyar í fullveldisstøðu verða fyri viðvíkjandi altjóða rætti, og hvønn týdning sjálvsavgerðarrætturin hevur fyri støðu føroyinga í dag, tá ið um ræður skipan av føroyskum fullveldi.

Stjórnarrættur og føroyskt fullveldi verða viðgjørd í sjeynda parti, og í áttanda parti verða mannagongdir fyri sáttmálagerð- og staðfesting av fullveldissáttmálanum viðgjørdar. Her verður greitt frá teimum fyriskipaðu mannagongdunum í ávikavist Føroyum og Danmark fyri sáttmálagerð og staðfesting av millumtjóða sáttmála, ið skipar Føroyar sum fullveldisríki.

Næst seinasti partur í Hvítubók er um fyrisiting. Í fyrisitingarálitinum, sum er seinna fylgibind, verður útgreinað, hvørji ábyrgdarøkini hjá donsku ríkismyndugleikunum eru í Føroyum, eins og hugt verður at, hvussu nógv tey donsku økini kosta í dag.

Búskapurin eigur seinasta part. Har verður mett um, hvønn týdning útreiðslur ríkisins í Føroyum hava fyri tann føroyska búskapin, og hvussu tað fer at ávirka búskapin, um hesar útreiðslur minka burtur. Viðvíkjandi gjaldoyranum verður víst á, at fyri Føroyar hevði verið hent um galdandi gjaldoyraskipan við donsku krónuni sum grundgjaldoyra, varð broytt til gjaldoyraskipan við evruni sum grundgjaldoyra.