Fakta um kirkjuráðsval:

Nýtt kirkjuráð verður valt í hvørjari sókn í Føroyum fjórða hvørt ár. Í flest øllum førum er talan bert um tann eina listan við valevnum, og tí er ógvuliga sjáldan, at nakað veruligt val er á skránni.
Nú tveir valevnisistar eru til kirkjuráðsvalið í Tórshavnar Eystaru sókn komandi týsdag, er tað fyrstu ferð í 20 ár, at talan er um val millum tveir listar við valevnum.
Í løtuni manna 13 fólk kirkjuráðið, men eftir valið týsdagin verða tey 14. Orsøkin til, at kirkjuráðið skal vaksa við einum limi, er tann, at fólkatalið í sóknini er vaksið seinastu fýra árini, og talið av kirkjuráðslimum skal samsvara við fólkatalið í sóknini.