Fakta um sclerosu

Disseminerret sclerosa:

 

Varandi sjúka í meginnervalagnum. Orsøkin er ókend. Sjúkueyðkennini eru m.a. sjónarórógv, lammilsi, kensluórógvan og talutrupulleikar. Sjúkan er spakuliga frameftirgangandi (versnar) við tíðarbilum við afturmenning. Sjúkan kann ikki lekjast, men sjúklingar kunnu fáa bata við venjing og aðrari fysiorgiskari viðgerð. Sclerosa rakar bæði menn og kvinnur í aldrinum 25-45 ár, tó oftast kvinnur. Umleið 50 føroyingar hava sclerosu.