Í kvøld byrjar G! Festivalurin 2011. Tað eru tíggju ár síðani, at hann var fyrstu ferð. Fyrsti bólkurin fer á pallin klokkan 17:00.
Longu í gjár byrjaði fólk at streyma til festivalin fyri at seta tjøld upp. Nærum 2.500 fólk hava ognað sær atgongumerki til tjaldingarøkið, og tað er met í G! Festival høpi. G! hevur havt meira enn 2.000 tjaldarar fyrr.
Fyrireikararnir taka hetta sum eitt tekin um at áhugin er størri í ár enn undanfarin ár. Í fjør vóru 6.000 fólk á festival og í ár vænta fyrireikararnir fleiri fólk.
"Vit hava eina sterkari skrá í ár, sum vit eisini hava sæð aftur í forsøluni, og so merkja vit tað ikki minst á eftirspurninginum eftir tjalding, sum ongantíð hevur verið so stórur sum í ár. Hetta fær okkum at rokna við meira fólki í ár", sigur Jón Tyril, talsmaður fyri festivalin.
Millum nøvnini sum fara á pallin í kvøld kunnu nevnast danska Fallulah, svensku Movits!, íslendski Mugison, føroysku Sic, Hamferð, Spælimenninir, Guðrun og Bartal og onnur.