Inn-handlarnir hava keypt handilin Johannes Andreasen á Grønlandsvegnum í Havn Í 1950 læt Johannes Andreasen upp matvøruhandil í Grønlandi í Havn. Tá ið hann legði frá sær, tók sonurin yvir, og tey seinastu árini hevur abbasonurin Per og kona hansara Gurli rikið handilin.
Men nú hava tey hug at royna okkurt annað, sjálvt um tey hava trivist væl í handlinum.
- Eg royndi at selja og fekk ein góðan keypara, sigur Per Andreasen.
Handilin, sum vanliga gongur undir navninum Keypmaðurin í Grønlandi í Havn, verður fimti Inn-handilin í landinum. Tann triði í Havn.
Tað verður um mánaðarskiftið, at Inn yvirtekur handilin í Grønlandi.