Familjukonsertir

Føroya Symfoniorkestur fer til jóla fyri fyrstu ferð at hava sokallaða fimaljukonsert

konsert

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 4. og í Ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 5. desember, báðar dagarnar klokkan 1600.
Hetta verður eitt áhugavert tiltak, sum vit vóna fær undirtøku av børnum, ungdómi og foreldrum. Ì orkestrinum eru ungdómar úr ymsum pørtum av landinum. À skránni verður ikki vanligur symfoniskur tónleikur, men fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi tónleikur. Vit kunnu nevna, at har verður framførd ein ævintýrsøgan, Kavamaðurin, har Eyðun Johannessen verður frásøgumaður, og har eisini trettan ára gamla, Conny Kass, ársins songrødd 2003, fer at syngja solopartin úr nevnda verki saman við stóra orkestrinum. Har verður eitt barnakór við 150 børnum, sum fer at syngja jólaløg, ein unglingi, Heini Andreasen, fer at spæla Trumpeter´s Lullaby, ein syrpa av kendum jólaløgum (Jingle Bells, Gleðilig jól v. m.) verður at hoyra, og tónleikur úr Star Wars, har ivaleyst øll børn og ung kenna høvuðslagið; og á eini konsert tætt upp undir jól slepst neyvan undan at hava kenda Sleigh Ride, Sletutúrurin, av Lee Roy Anderson við á eini tílíkari framførslu. Onkur felagssangur verður eisini á skránni.
Dirigentur er Bernhard Wilkinson