Famtaksgrunnurin skal bjargast - men ikki uttan treytir

Floksleiðsla Javnaðarfloksins mælti leygardagin tingmonnunum til at bjarga framtaksgrunninum, men treytir skulu setast. Valskrá og bankakanningin vóru eisini til viðgerðar

? Javnaðarflokkurin er sinnaður at bjarga Framtaksgrunninum, men tað verður ikki uttan treytir.

Hetta var niðurstøðan av floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin. Jóannes Eidesgaard, formaður floksins sigur, at floksleiðslan samdist um, at grunnurin skal bjargast, men at treytir verða settar - men hvørjar treytirnar eru, vil hann bíða við at siga enn.

? Talan er um eitt samgongumál, sum løgmaður kemur í tingið við. Tí far vit fyrst at bíða, og nýta tað uppskotið sum útgangsstøði, sigur Jóannes Eidesgaard.

Í floksleiðsluni hjá Javnaðaflokkinum eru eini 40 fólk og er floksleiðslan hægsta umboð floksins millum landsfundirnar.

? Tað er sera gott hjá okkum tingmonnum, at hava hetta forum at stiðja okkum til, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Á fundinum leygardagin fingu vit at vita, hvørja støðu floksins umboð kring landið hava, og er tað ein liður í floksarbeiðinum hjá okkum, at umboð floksins kring landið eru við at taka avgerðir floksins. Aðalstevnan hjá okkum hevur altið verið, at vit skulu hava eina demokratiska floksskipan, sigur Jóannes Eidesgaard.

Størsta málið á fundinum var annars, at flokkurin nú er farin at brynja seg til løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður í juli næsta ár.

Jóannes Eidesgaard sigur, at umboðini á fundinum viðgjørdi útkast til floksskrá, sum starvsnevndin hevur gjørt. Komið varð ikki ígjøgnum øll punktini, men tey verða tikin uppaftur til viðgerðar á floksleiðslufundi um einar fjúrtan dagar.

? Tað ber ikki til at koma ígjøgnum eitt so stórt mál á einum fundi, men starvsnevndin hevur nú fingið at vita, hvat floksumboðini halda, og skal til næsta fundi formulera tann partin av skránni, ið viðgjørdur varð leygardagin.

Flokkurin hevur annars boðað til eykalandsstevnu, sum verður á Tvøroyri fyrst í november. Á hesi stevnu er ætlanin at samtykkja valskránna endaliga.

? Hetta er sjálvandi treytað av, at val ikki verður skrivað út nú í heyst, sigur Jóannes Eidesgaard, nú so nógv rumbul aftur tykist vera í samgonguni. Men formaður Javnaðarfloksins væntar ikki, at samgongan skrædnar, tí flokkarnir tykjast samdir um at sita valskeiðið út.

Floksleiðslan viðgjørdi eisini stríðið um bankakanningina.

? Her vit øll samd um, at vit skjótt eiga at fáa eitt úrslit, so farast kann undir at fáa eina politiska loysn á hesum stóra trupulleika, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur tað ikki vera skilagott nú at fara at tosa um eina dómarakanning, tí so verður málið bara drigið enn longur út.

? Tað er umráðandi at fáa úrslit á borðið sum skjótast, tí annars verður málið ov gamalt, sigur hann.

Viðvíkjandi málinum um habilitetin hjá skrivaranum hjá nevndini sigur Jóannes Eidesgaard, at tey í Javnaðarflokkinum eru eins hørm sum øll onnur um, at ivi á henda hátt er sáddur um bankakanningarnevndini - og harvið úrslitið. Men hann leggur dent á týdningin av at fáa ein loysn, so farast kann undir politiskar samráðingar um eina loysn, sum plaserar ábyrgd og býta fíggjarligu ábyrgdina á teir tríggjar partarnar, donsku ríkisstjórnina, fíggjarheimin og á Føroyar Landsstýri.

Floksleiðsla Javnaðarfloksins er samd um, at vit skulu bíða eftir úrslitinum, sum vónandi skjótt fer at koma, og at nýta tað sum grundarlag fyri politiskum tingum um eina loysn.