Fantastiskt at duga at lesa

Fyri fýra árum síðan dugdi Poul Johannes Reyná hvørki at lesa ella skriva. Nú lesur hann tjúkkar bøkur, tí hann hevur fingið hjálpt fyri orðblindni

Tað hevur nívt Poul Johannes Reyná í Elduvík, at hann var orðblindur, og í bygdarskúlanum í Elduvík fekk hann lítið við. Hann dugdi ikki at lesa tað, sum hann skrivaði sjálvur.

- Í skúlunum á bygd var tað fyrr so, at tey, sum dugdu væl, vórðu hálað fram. Teir skiftandi vikararnir tímdu ikki at taka sær av okkum øðrum, sigur Poul Johannes Reyná.

Tá ið hann var fjúrtan ára gamal, fann hann sjálvur uppá at fara suður á skúlan á Trøðni, har hann gekk í nøkur ár.

– Tá fekk eg meira við, men eg lærdi ikki at lesa har.

Hann fekk ikki skil á tekstirnar, tí alt leyp saman. Hann sá orðini, men tey komu skeivt inn í høvdið.


Ongantíð happaður

Poul Johannes Reyná minnist einki til, at hann varð happaður í skúlanum vegna sítt brek. Men hann minnist, at hann var varin og ofta bangin.

Foreldrini vistu ikki, hvat tey skuldu gera.

Hann helt seg aftur at søkja um lærupláss, men tað eydnaðist honum kortini at sleppa á skipasmiðjuna á Skála í læru, og hann stóð royndina og tók sveinaprógv. Tann læran kravdi ikki so nógvan lesnað.

Men hugurin til jarnið var ikki tann besti, og har var kalt, stórt og skitið, so hann gavst.

Næsta takið var at taka koyrikort til treylara. Tað eydnaðist, sjálvt um evni hansara at lesa vóru so avmarkað.


Roynt nógv

- Eg havi fingist við alt møguligt. Eitt skifti arbeiddi eg hjá Hydro Tech, sum í sínari tíð var á Eiði, havi smíðað nógv, og eg havi arbeitt umborð á skipum.

Ta fyrstu tíðina var tað eitt ítriv hjá honum at smíða, men tær góðu hendurnar gjørdu, at hann fekk meira og meira arbeiði við at smíða.

- So fekk eg mær eitt annað ítriv, at leggja flísar – inni sum úti. Tað plagdi eg ta fyrstu tíðina at gera eftir arbeiðstíð, sigur Poul Johannes Reyná, sum nú hevur fingið eitt ítriv aftrat. Hetta ítrívið er at blása ís í húsum, sum fongd eru við blámusoppi.

Annars er Poul Johannes Reyná bóndi á seks marka garði við 170 áseyðum. Hann og konan Frida hava um summarið harumframt heimakafé.


Fýra viðgerðir

Hvussu tað bar til, at hann fekk hjálp, er ein serlig søga.

– Vit hoyrdu eina samrøðu í útvarpinum við føroysku Annitu Nielsen, sum var komin til Føroya og bjóðaði viðgerðir til orðblind fólk og fólk við lesitrupulleikum, sigur Poul Johannes Reyná.

Kona hansara Frida ringdi beinanvegin til hennara og teknaði hann. Hon var bangin fyri, at Poul Johannes ikki fór at gera tað.

Viðgerðarmátin eitur Theta og fer fram við ljóði og ljósi.

Áðrenn Poul Johannes fór í viðgerð, skuldi hann svara fleiri spurningum.

Í hansara føri var nóg mikið við fýra viðgerðum, nakrar dagar ímillum hvørja.


Løgin viðgerð

– Viðgerðin var nokkso løgin. Eg skuldi leggja meg á eina briks, fekk oyrabúffar og stórar brillur. Ymisk ljóð vórðu send inn í oyruni, og ljós úr brillunum. Síðan kom ein mjúk mansrødd, sum bað og fekk meg at slappa av. Tað var sum fór nakað upp eftir beinunum.

Tá ið hann var komin ígjøgnum viðgerðirnar, fekk hann boð um at lesa nógv, og hann so gjørdi.


Lesur nú nógv

– Eg byrjaði við løttum lesnaði sum Anders And, men síðan havi eg lisið fleiri tjúkkar bøkur, eitt nú allar bøkurnar hjá Jógvani Isaksen. Nú eri eg farin at lesa tær umaftur. Tað gongur betur og betur, og eg dugi nú eisini betur at skriva. At kalla hvønn dag tekur hann onkra bók upp í hendurnar.

Poul Johannes Reyná er fegin um, at børnini ikki hava arvað brekið. Tey duga øll væl bæði at lesa og skriva.

– Eg trúði ikki, at tað nakrantíð fór at eydnast mær at læra at lesa. Hetta var ein stórur sigur fyri meg, sum næstu ferð fyllir 50 ár.

Sjálvt um hann ikki dugdi at lesa, hevur ongantíð staðið á hjá honum at fáa arbeiði, og hann hevur altíð kunnað lovyt sær at gjørt tey arbeiði, honum hevur dámt best.

Lyndi er lætt.

–Men síðan eg lærdi at lesa, havi eg verið uppaftur glaðari fyri lívið.