Fantastisku Føroyar

Svenski Ríkisdagslimurin, Anita Brodén, sum í vikuni hevur verið í Føroyum í sambandi við summarfundin hjá umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum, er ógvuliga hugtikin av Føroyum, og hóast hon er vitandi um, at 95% av orkuni stavar frá olju, so er hon rættiliga ovfarin av verkætlanum, sum antin eru settar í verk, ella liggja í stoypiskeiini

Vit hittu Anitu Brodén í morgun á Hotel Føroyum. Hon er limur í umhvørvisnevndini hjá Norurlandaráðnum, sum í vikuni hevur havt sín árliga summarfund, hesaferð í Føroyum,

Anita Brodén er limur í svenska Ríkisdegnum. Hetta er annað skeiðið, hon situr í Ríkisdegnum, men fyrsta, sum limur í umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum.

Nevndin fekk eina innbjóðing frá Kára P. Højgaard um at koma til Føroya at halda árliga summarfundin í ár, og tað bleiv tikið av. Og í hvussu er ein av limunum gjørdist ógvuliga hugtikin av bæði landinum og teimum tiltøkum, sum antin er framd ella eru í stoypiskeiini, hvat umhvørvinum viðvíkur.

- Náttúran er ógvuliga hugtakandi við fjøllum og firðum. Við sínum ríka fuglalívi og seyðinum, sum gongur leysur í haganum. Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, og tað er fantastiskt at síggja tað við egnum eygum, sum eg havi lisið um og sæð myndir av, sigur Anita Brodén.

Hon heldur, at arbeiðið hjá umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum er ógvuliga umráðandi, og tað er eisini sera spennandi, tí arbeitt verður so íðið við málinum, og nevndin hevur eisini megnað at sett umhvørvið á skránna so nógva staðni.

 

Oljan skelkaði

Teir sonevndu summarfundirnir hjá umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum verða lagdir runt um í ymsu økjunum í Norðurlondum, og ein grundin er, at nevndarlimirnir tá fáa høvi at kunna seg um viðurskiftini í júst tí økinum, har fundrnir eru.

So nú fundurin hevur verið í Føroyum, hava limirnir í umhvørvisnevndini havt góðar møguleikar at seta seg inn í serligu føroyksku viðurskiftini. Og fyri Anitu Brodén var ikki alt positivt.

- Eg varð rættiliga skelkað av at fáa at vita, at 95% av tykkara orkunýtslu stavar frá olju. Tað visti eg ikki frammanundan, sigur Anita Brodén.

Men í sama andadrátti sigur hon, at tað kortini er gleðiligt at síggja allar tær verkætlanir, sum eru framdar ella sum vit eru við at seta í verk.

- Tað var fyri tað nógva slíkar verkætlanir, sum vit hugdu eftir í gjár. Hetta eru í fleiri førum ógvuliga áhugaverdar og ógvuliga innovativar loysnir við varandi orku, sum tit eru í holt við, sigur svenski Ríkisdagslimurin.

Alt ferðalagið var í Eysturoynni í gjár, og har vórðu tey kunnað um eitt nú ætlanirnar hjá SEV, eins og tey vitjaðu á høvdavirkinum í Leirvík. Og tað var Anita Brodén serliga hugtikin av.

- At virkið kann skapa eina framleiðslu av tí, sum vanliga verður roknað sum burturkast er framúrskarandi. Og tað ger ikki virkið minni áhugavert, at tey nýta avlopshitan frá Brennistøðini sum orkukeldu, sigur Anita Brodén.

 

Stórir møguleikar

Ein onnur og rættiliga stór verkætlan er Nólsoy sum grøn oyggj, við varandi orku, í hesum førinum frá vindi.

Anita Brodén vísir á, at tað er ógvuliga umráðandi, at hvørt land sær og hvørt øki sær letur sítt íkast í heildarloysnina. At tey koma við tí, sum er teirra styrki á umhvørvisøkinum. Tí øll hava ymiskar fyritreytir, sigur Anita Brodén.

Hon nevnir sum dømi í tí sambandinum, at í Svøríki hava tey stórar skógir, sum saktans kunnu verða við til at minka um oljunýtsluna, meðan vit í Føroyum hava nærum óavmarkaðar møguleikar innan bæði vindorku og alduorku.

Og júst verkætlanin hjá SEV við SeWave helt svenska umboðið í umhvørvisnevndini vera ógvuliga áhugavert.

- Tit hava allar fyritreytir fyri at fáa nakað veruligt burtur úr júst alduorku. Men vindorka er so avgjørt eisini ein møguleiki hjá tykkum, og júst innan vindorku og vindmyllur er menningin øgilig í løtuni, sigur Anita Brodén.

Eisini Nólsoyarætlanin hevur stóran áhuga hjá svenska Ríkisdagsliminum. Hon heldur ætlanina vera ógvuliga spennandi, ikki minst um skipað verður so fyri, at ein rættiliga vindmyllupark kann setast upp á oynni, sum kann veita orku til aðrar partar av landinum.

- Innan vindmylluframleiðslu er menningin í løtuni ógvuliga stór. Royndir verða gjørdar fyri at sleppa burtur frá stóru og ógvusligu veingjunum, og at menna vindmyllurnar so tær koma at virka sum ein spiral. Hetta fer at taka stóran part av tí skemmandi útsjóndini frá myllunum, samstundis sum tær verða minst líka effektivar, sigur Anita Brodén.

 

Rapsolja

Tá tosað verður um stóru oljunýtsluna í Føroyum, so er alt jú relativt. Sum útrokningarhátturin er, teljast Føroyar millum mest dálkandi londini í heiminum. Men hetta kemst sum nevnt bert av útrokningarháttinum.

Sum hesin er, verður útlátið roknað fyri hvønn íbúgva, og tá vit hava ein lutfalsliga stóran skipaflota, sum allur nýtir olju, so sigur tað seg sjálvt, at útlátið verður stórt fyri høvnn íbúgva.

Men samlað í alheimshøpi, er føroyska útlátið minni enn ein dropi í havinum. Kortini eigur hetta ikki at steðga okkumn í at gera okkara ítarsta fyri at finna mátar at minka um útlátið av koltvíiltu, heldur Anita Brodén.

Ein máti er, sum Erling Simonsen eisini hevur víst á, at nýta alternativt brennievni til bilar. Hann nýtir rapsolju á sínum bili, og tað sama ger Anita Brodén. Hon sigur, at allir dieselbilar lættliga kunnu koyra við rapsolju.

- Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit royna at finna alternativ brennievni. Serliga verður hugsað um rapsolju og ethanol, sum kundu verið eitt framtíðar ískoyti, sigur Anita Brodén.

Stóri trupulleikin er sjálvandi skipaflotin. Hann telur jú 45% av samlaða føroyska útlátinum, og stóra avbjóðingin verður væl at finna útvegir at minka um oljunýtsluna til skipini.

Men samanum tikið heldur Anita Brodén tað síggja ógvuliga spennandi út við teimum verkætlanum, sum eru í umbúna í Føroyum. Tað er galdandi fyri bæði alduorku og vindorku.

- Soleiðis sum tað sær út í løtuni, gleði eg meg at kunna koma aftur til Føroya um eini tvey ár fyri at vita, hvussu langt, tit eru komnir við teimum verkætlanum, sum tit eru í holt við. Tí tað er heilt vist, at um tær ætlanirnar eydnast hjá tykkum, kunnu tit gerast førandi innan alternativa orku í heiminum um nøkur ár, sigur Anita Brodén.