Far til The Eagles í Århus

Smyril Line bjóðar nú føroyingum at sigla til og frá einari konsert hjá The Eagles í Århus.

 

 

Siglt verður við Norrönu úr Tórshavn til Esbjerg 28. mai. Komið verður til Esbjerg leygarmorgun 30. mai. Bussur koyrir beinleiðis til Århus har gist verður á hotelli ið liggur mitt í býnum.

 

Klokkan 20.00 leygarkvøldið trína The Eagles á pall í NRGi Park-stadion frammanfyri 40.000 áskoðarum, við kendu slagarum sum t.d. Tequila Sunrise, Hotel California, New Kid in Town, The Girl from Yesterday o.s.fr.

 

Dagin eftir koyrir bussur til Billund, hagani flogið verður heimaftur.