Verjarnir hjá Anders Behring Breivik eru ikki samdir við ákæruvaldinum, sum vil vera við, at hópdrápsmaðurin er sinnissjúkur og tí ikki kann dømast í fongsul, men eigur at fáa viðgerðardóm. Tí fara verjarnir at kæra dómin, um rætturin ger av at fyglja tilmælinum hjá ákæruvaldinum.
Tord Jordet, sum er ein av verjunum, sigur við NRK, at Anders Behring Breivik hevur alla tíðina verið ímóti einum møguligum viðgerðardómi, og at hann tí fer at leggja málið fyri hægri rætt, um hann verður dømdur til sálarliga viðgerð.
Tað var eisini týðiligt í rættinum í dag, at Breivik var misnøgdur við niðurstøðuna hjá ákæruvaldinum. Á veg út úr rættarhølinum aftaná gjørdi hann ta høgrasinnaðu heilsanina at rætta høgra arm fram, eins og hann gjørdi, at rættarviðgerðin byrjaði. Breivik brosaði eisini fleiri ferðir, meðan Svein Holden, ákæri, greiddi frá niðurstøðuni hjá ákæruvaldinum.
Tord Jordet sigur, at tað kom ikki óvart á verjarnar, at ákæruvaldið mælir til viðgerðardóm.
-Hetta var tað, sum vit væntaðu, og Breivik visti eisini, at hetta var ein møguleiki, sigur verjin við NRK.