Fara at missa áhugan fyri at velja til løgtingið

Verða Føroyar eitt valdømi, ivast samfelagsfrøðingur ikki í, at valluttøkan fer at minka munandi

- Verða Føroyar eitt valdømi, fer valluttøkan at minka eini 10% - 15%.

Tað ivast Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, ikki eina løtu í.

Á Trapputinginum í Miðlahúsinum mánakvøldið, varð ført fram, at valluttøkan er ein hornasteinur í fólkaræðinum og tí varð spurt um nøkur meting var um, hvussu tað fer at ávirka valluttøkuna at Føroyar verða gjørdar til eitt valdømi.

Jógvan Mørkøre staðfesti, at valluttøkan í Føroyum er rættiliga høg. Men verða Føroyar eitt valdømi, ivast hann ikki í, at valluttøkan fer at minka munandi.

Sjálvur skeyt hann upp á, at valluttøkan fer at minka eini 10%-15%.

Hann heldur kanska ikki, at hetta fer at henda beinanvegin, men um eini trý val, fer valluttøkan at verða munandi minni.

Hann heldur, at orsøkin til, at vit hava so høga valluttøku í Føroyum, er júst tann, at áhugin fyri politikki er so stórur í hvørjum króki í landinum og tað kemst eina mest av, at vit hava valdømi, har tað verður mobiliserað og arbeitt við politikki kring alt landið.

Eitt uppskot varð at luta tinglimirnar kring landið eftir atkvøðutalinum, tí tað fer at trýsta fólk at vera við í valinum, tí sita tey heima, er vandin fyri, at valdømi missir ein tinglim til okkurt annað valdømi, har valluttøkan er størri.