Fara at taka støðu til røktarheim

- Vit arbeiða framvegis við ætlanunum um at byggja eitt røktarheim á Grønanesi, har vit leingi hava havt eitt økið til endamálið. Bygdarráðið fer í næstum at taka støðu til, hvussu fram skal farast, sigur borgarstjórin í Vestmanna

Vestmanna

 

Tó at tíðirnar knappliga eru broyttar, hava vestmenningar ikki slept ætlanunum um at byggja eitt røktarheim í bygdini. Kortini ætlar kommunan sær ikki at leypa fram av, nú vánirnar á ymiskan hátt eru øðrvísi, enn tær hava verið.

- Vit eru millum tær bygdir og býir, sum hava fingið lovað stuðul til bygging av einum røktarheimi. Lógin er broytt, soleiðis at landskassin nú rindar 700.000 krónur av íløguni fyri hvørt búpláss. Áður var ískoyti úr landskassanum ein hálv miljón fyri hvørt búpláss.

Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, vísir á, at heimið, sum vestmenningar hava fingið teknað, rúmar 24 fólkum.

- Metti kostnaðurin hevur verið einar 50 miljónir krónur, men soleiðis, sum tíðirnar eru í dag, og byggivinnan hugsandi er eitt sindur “svangari”, høvdu vit kanska fingið heimið upp fyri einar 40 miljónir krónur.

Borgarstjórin vísir á, at sitandi bygdarráð fer at taka støðu til hetta mál einaferð í summar, og tá fer kommunustýrið eisini at viðgera og taka støðu til eina langtíðar raðfesting av íløgum í kommununi.

- Økið til eitt røktarheim er lagt av á Grønanesi, og har er faktiskt alt klárt. Koma vit til ta niðurstøðu, at heimið skal byggjast, og verkætlanin annars kann fíggjast, er so gott sum klárt at bjóða arbeiði út.

Karl A. Olsen ásannar, at um kommunan fer undir hesa verkætlan, er hon so stór og kostnaðarmikil, at onkrar aðrar íløgur, sum liggja fyri framman, mugu strekkjast yvir eitt sindur longri tíðarskeið.

- Tørvurin á einum røktarheimi minkar ikki, tó at vit hava eldrasambýli í bygdini. Vit bíða nú eftir, um peningurin gerst tøkur, og vit bíða eisini eftir, hvørjar uppgávur landið ætlar, at kommunurnar skulu átaka sær. Í triðja lagi vita vit heldur ikki við vissu, hvussu landsstýrið ætlar, at kommunurnar skulu síggja út frameftir, sigur borgarstjórin í Vestmanna.