Fara avstað um ein tíma

Fráferðin hjá Artemis Investments úr New York verður um eina tíma ella so. Tá fara Livar Nysted og hinir garparnir aftur at leggja út á Atlantshavið. Nú byrjar onnur royndin hjá Livari Nysted úr Hvannasundi í hesum umfarinum at rógva tvørtur um Atlantshavið.

Seinni í dag fer Artemis avstað. Fráferðin er sett til klokkan 17 - 17.30 okkara tíð.

Úr New York verður sagt, at lagið er gott og hugurin til at rógva er størri enn nakrantíð fyrr.

Mótgongdin hevur verði nógv higartil og Livar hevur nú verði í New York í meira enn ein mánað.

Men nú verður so loksins lagt út á hav aftur at royna at rógva tann omanfyri 3000 fjórðinga langa teinin úr New York til Bishops Rock við Scillyoyggjarnar.

Ætlanin er rógva henda teinin upp á minni enn 55 dagar - sum er 114 ára gamla metið, sum teir fyrstu mennirnir nakrantíð at rógva tvørtur um Atlantshav upp á tíð settu á sinni.

Til ber at fylgja ferðini og gongdini á heimasíðuni hjá Livari Nysted, sum tú finnur her