Fara at flyta íbúgvar úr Kherson-regiónini

Ukraina hevur seinastu tiðina havt framgongd í Kherson har suðuri í Ukraina, og nú eru russar ikki tryggir við støðuna í økinum longur.

Russiski herurin sigur nú, at tey eru farin at fyrireika eitt slag av flyting av íbúgvunum í stóra býnum, Kherson í Ukraina, sum Russland hevur havt ræðið á seinastu nógvu mánaðirnar.

 

- Russland vil fremst av øllum syrgja fyri einari tryggari flyting av íbúgvunum. Ukrainsk álop, vend móti undirstøðukervinum í býnum, eru ein beinleiðis hóttan fyri lívinum hjá íbúgvunum.

 

Tað sigur ovasti leiðarin fyri russisku herdeildunum í Ukraina, Sergej Surovikin, við ríkisriknu russisku sjónvarpsrásina, Rossiya 24, sambært Reuters.

 

Hann lýsir støðuna økinum sum spenta.

 

Leiðarin, sum Moskva hevur tilnevnt í Khersøn-økinum, Vladimir Saldo, bað fyri tveimum vikum síðan um russiska hjálp til at flyta lokala fólkið úr økinum - helst, tí hann stúrir fyri gøtubardøgum í Kherson býi.

 

Sama kvøld kom varaforsætisráðharri Russlands, Merat Khusnullin, og segði, at stjórnin hevur gjørt av at skipa fyri flyting av íbúgvunum í Kherson-økinum.

 

Ukraina hevur seinastu tiðina havt framgongd í Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina.

 

Kherson, ið var ein av fýra regiónum, sum Vladimir Putin herfyri innlimaði í Russland, hevur stóran týdning fyri Russland, tí økið liggur millum Ukraina annars og Krim-hálvoynna, sum Russland tók í 2014.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Vladimir Saldo, sum Russland hevur sett at stýra í Kherson, bað herfyri um hjálp.