Ymiskir mátar eru at fara inn í eitt nýtt ár, og tað ætla limirnir í samkomuni Filadelfia eisini at gera hesaferð. Summastaðni taka feløg, einstaklingar og onnur stig til ymisk tiltøk at hátíðarhalda eitt ársskiftið, men í Filadelfia hava tey sett sær eitt heilt serligt mál fyri.
Tann 1. januar 2008 kl. 01.00 ? tað er: ein tíma eftir at nýggja árið er byrjað og eftir at alt fýrverkið er skotið, verður skipað fyri eini lovsangs- og tilbiðjunarløtu.
? Vit ynskja at ganga inn í nýggja árið við tilbiðja og tøkk saman við Honum, sum helt hond sína yvir okkum í tí farna árinum, verður sagt úr samkomuni.
Tey bjóða tí fólki at vera vælkomin í samkomuna hetta nýggjársskiftið, tí, sum tey siga siga: So kunnu vit í einleika kenna Heilaga Andans nærveru!