Farage og Brexit flokkurin stilla bert upp til Labour sessir

Nigel Farage, formaður fyri nýstovnaða Brexit Party, hevur boðað frá, at flokkurin fer ikki at stilla upp valevni í 317 valdømum, sum konservativu vunnu í 2017.

Upprunaliga ætlaði Brexit flokkurin við Farage á odda at stilla upp valevni í fleiri av 600 valdømum, tí Boris Johnson, forsætisráðharri, vildi ikki skapa eina sokallaða Leave samgongu, ið skuldi hava til endamáls at samla kreftirnar hjá Brexit flokkinum og teimum konservativu Brexit at frama.

Farage hevur síðani verið fyri hørðum atfinningum, tí hildið varð, at Brexit flokkurin fór kloyva veljaraskarðaran fyri Brexit í tvíningar. Óttast varð, at hetta fór at handa Labour flokkinum valið, og at flokkurin fór tí at útskrivað nýggja fólkaatkvøðu um Brexit.

Farage sigur nú, at eftirsum at Boris Johnson hevur broytt støðu sína um Brexit, og tí hevur flokkurin tikið avgerð um, at flokkurin stillar bert valevni upp í teimum valdømum, har Labour flokkurin vann umboð til seinasta val. Sambært Farage hevur Labour flokkurin svikið sínar Brexit veljarar.

Ítøkiliga sigur Farage, at Boris Johnson hevur lovað, at Brexit skiftistíðin verður ikki longri, enn hvat er ásett í Brexit avtaluni. Tann skiftistíðin er fram til desember 2020.