Farin í hernað ímóti pitsabakkum

Tórshavnar kommuna hevur fingið nokk av pitsabakkum, ið liggja og sløðast

Seinastu mánaðirnar hevur kjak tikið seg upp um nógv pitsabakkarnar, ið liggja og sløðast í býnum hvørt vikuskiftið. Tórshavnar kommunan hevur eisini ásannað, at tey hava stórar trupulleikar av hesum, men nú metir kommunan loksins, at tey hava funnið eina møguliga loysn. Tað verður boðað frá á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.


Ásannandi at verandi ruskíløt í býnum bert kunna taka avmarkaða nøgd av pitsabakkum, hevur kommunan tikið stig til at seta eyka ruskíløt út um vikuskiftini, ið eftir ætlan fara at standa í økinum millum Steinatún, Vaglið og Vágsbotn.


- Kommunan vónar, at fólk fara at nýta ruskíløtini og at ongir tómir pitsabakkar verða at síggja í havnargøtum, nú vit nærkast jólum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.