Hóast veljarakanningin hjá Útvarpinum gevur Fólkaflokkinum eina munandi afturgongd, so heldur fyrrverandi formaður í flokkinum og løgmaður, Jógvan Sundstein eins og eftirmaður hansara Anfinn Kallsberg, at talan er ikki um nakra ringa kanning fyri flokkin.
-Hetta er ein rættilig tilvildarlig veljarakanning, og vit skulu heldur ikki leggja meira í tað, enn tað er. Og tað er rætt sum løgmaður sigur, at Fólkaflokkurin altíð stendur seg nógv betur til val enn til veljarakanningar. So eg taki hetta ikki sum nakra skelkandi kanning. Heldur ikki fyri fullveldið taki eg tað sum eina skelkandi kanning.
Jógvan Sundstein heldur tað vera sera áhugavert, at 75 % av føroyingum taka undir við, at Føroyar gerast sjálvstøðugt land einaferð í framtíðini. Men hann heldur tað er óheppið, at spurningurin kanska ikki er meira konkretur. Tí hvar merkir einaferð í framtíðini? Er tað 5 ár, 10 ár ella kanska 50 ár?
Jógvan Sundstein heldur ikki, at landsstýrið eigur at fáa kaldar føtur eftir hesa kanningina. -Teir skulu bara halda fast við tað teir hava og so royna at tosa við Javnaðarflokkin og fáa hann uppá betri tankar.
Fyrrv. løgmaður heldur, at Javnaðarflokkurin eigur at koma til sættis við seg sjálvan um, at ríkisfelagsskapur hevur ongan týdning í sær sjálvum. Og flokkurin eigur at ásanna, at hesin felagsskapur hevur eina bremsandi ávirkan á gongdina í Føroyum, soleiðis at landið fær ikki útviklað seg á altjóða støði. -Tað er bara hetta javnaðarmenn skulu skilja, og tá trúgvi eg eisini, at flokkarnir kunnu koma til sættis.
Fólkafloksdilemma?
Uppá fyrispurning um ikki Fólkaflokkurin er í einum stórum dilemma, nú nógvir av veljarum floksins als ikki taka undir við fullveldinum men í stóran mun stuðla bæði politikki sambands-floksins og javnaðarfloksins í hesum máli tvíheldur Jógvan Sundstein um, at flokkurin avgjørt ikki er í nakari tvístøðu. -Fólkaflokkurin hevur havt eina stevnuskrá í mong ár. Grein 1 í hesi stevnuskrá sigur, at Føroyar skulu hava fult sjálvstýri og lóggávuvald á øllum økjum og úteftir teljast sum suverenur statur mótvegis øðrum sjálvstýrandi londum. Hesa stevnuskrá heldur man fast við. Og veljarar fólkafloksins mugu vera greiðir yvir, at atkvøða teir fyri Fólkaflokkinum, so atkvøða teir eisini fyri, at Føroyar gerast ein suve-renur statur.
Óheppin signal frá Djurholm
Nú hann stendur á síðulinjuni og hyggur at politisku gongdini, hevur Jógvan Sundstein eisini bitið merki í tær mongu serstøku viðmerkingarnar og útmeldingarnar serstakliga frá Bjarna Djurholm í øllum fullveldismálinum.
-Ein orsøk til, at fólkafloksveljararnir eru eitt sindur ivasamir og frustreraðir er tann, at Bjarni Djurholm, tingmaður sendir nøkur ivasom signal út viðhvørt. Tað haldi eg er óheppið. Helt man fast við tað, sum man hevur gjørt avtalu um, og tað eigur man, so var einki at ivast í.
Jógvan Sundstein heldur tó ikki, at Bjarni Djurholm meinar tingini soleiðis sum tey verða uppfatað ella heldur misfatað.
-Men lat meg tó siga, at signalini eru tíverri soleiðis, at fólkafloksfólk fara at ivast í, hvat flokkurin nú meinar.
Stevið
Tað undrar annars Jógvan Sundstein, at flokkar í samgonguni ikki vilja halda seg til tað, sum stendur í samgonguskjalinum. -Sjálvandi skal Fólkaflokkurin halda seg til tað, sum stendur í samgonguskjalinum á tí tjóðskaparliga økinum. Men tá eigur Tjóðveldisflokkurin eisini at halda seg til tað, sum hoyrir øðrum økjum til, og her hugsar hann m.a. um endurnýgging av fiskiskipaflotanum.
-Byrjar man at sáa iva um ella vera beinleiðis í andstøðu til ávísar greinar í samgonguskjalinum, so kann tað metast sum brot á hetta skjal. Og tá hevur man eisini latið dyrnar upp fyri eini upploysn av samgonguni.
Hvat viðvíkur tí aktuella málinum um endurnýggjan av flotanum hevur Jógvan Sundstein hesa viðmerking: -Noktar Tjóðveldisflokkurin fyri at ganga við til tað, so er hetta at meta sum ein farligur sportur.
Hann metir tó framvegis fyrstu síðu í samgonguskjalinum at verða ta tyngstu og mest týdningarmiklu í løtuni.