Farmaleiðir liva í óvissu

Hvør endaliga lagnan hjá Farmaleiðum verður er framvegis ógreitt. Eingi rættiliga høli eru funnin, og nú er ætlanin at leggja Farmaleiðir saman við Postverkinum. Hinvegin gongur alt eftir ætlan til heimkomuna hjá nýggju Norrønu

TÓRSHAVNAR HAVN

Tað er ikki heilt lætt hjá Farmaleiðum í hesum døgum. Frá Tórshavnar havn hevur sjálvstøðuga flutningsdeildin hjá Strandferðsluni fingið at vita, at teir skulu vera úti úr verandi bygningi á Eystaru bryggju hálvan desember. Talan er um ein part av tí bygningi, ið eisini verður nýttur til Farstøðina. Tann parturin av bygninginum, sum Farmaleiðir nýta, verður rivin niður. Orsøkin er, at nýggja Norrøna krevur nógv størri pláss til bilarnar, ið skulu við skipinum. Tískil má ferðslan umskipast, og við at ríva niður skapast størri pláss til ferðandi og bussar eystanfyri verandi bygning, heldur enn vestanfyri, har øll ferðslan til og frá savnast sum er. Farstøðin heldur fram at virka sum nú.
Farmaleiðir hava í verandi hølum 1.300 m2 at nýta. Heini á Borg, farmaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at Farmleiðir kunnu klára seg við eini 700 m2.
Tað næsta árið eru Farmaleiðir vístir til ein annan bygning á Eystaru bryggju, har Eimskip húsast sum er. Har fáa Farmaleiðir 460 m2, og hetta sigur Heini á Borg vera alt ov lítið. Afturat skal Farmaleiðir gera íløgur í hølini fyri at gera tey klár, og hetta hevur stovnurin ikki sett pengar av til.
Jónsvein Lamhauge, havnarfúti hjá Tórshavnar havn, sigur, at Tórshavnar havn metir tað vera rímiligt, at tað eru Farmaleiðir sjálvir, sum gjalda fyri at gera hølini klár. Hann upplýsir, at tey hølini væntandi verða klár um mánaðarskiftið. Somuleiðis sigur Jónsvein, at skjótt tað ber til, verður farið at undir arbeiðið at ríva áðurnevnda bygning niður.
Heini á Borg hevur áður víst á, at teir vænta sær eitt endurgjald frá Tórshavnar havn. Hetta tí at leigusáttmálan røkkur fleiri ár fram í tíðina, men hann verður uppsagdur nú. Eisini vísir hann á, at teir hava gjørt stóra íløgur í bygningin.
?Enn er eingin støða tikið til, hvat vit gera við einum møguligum endurgjaldi, sigur Jónsvein Lamhauge. Hann vísir á, at sáttmálin við Farmaleiðir sigur, at Farmaleiðir kunnu sigast skjótari enn sáttmálin sigur. Treytin er tann, at umstøðurnar fyri Tórshavnar havn skulu broytast munandi.
?Vit kunnu øll verða samd um, at umstøðurnar eru broyttar munandi, sigur Jónsvein Lamhauge.

Saman við Postverkinum
Tá vit seinast skrivaðu um málið varð tosað um, at Farmaleiðir skuldu flyta niðan á Sandvíkarhjalla, men hendan ætlanin er fyribils slept.
Heini á Borg sigur seg vera harman um støðuna, og hann dugir at síggja, at teir næstu tíðina vilja hava tað trupult við at veita teirra kundum sama tænastustøði.
Orsøkin til at Farmaleiðir ikki flyta niðan á Sandvíkarhjalla er ein politisk avgerð. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at teir hava avgjørt, at Farmaleiðir ikki skulu flyta niðan á Hjalla.
Ein av høvuðsorsøkunum er tann, at samgongan hevur sett sær sum mál, at Farmaleiðir og Postverkið skulu samskipa teirra virksemi.
?Ætlanin var at fara ígongd við hetta arbeiðið í heyst, men so segði stjórin á Strandferðsluni seg úr starvi. Tískil verður hetta eitt mál, sum vit fara at taka upp við tann nýggja stjóran, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin heldur, at rationaliseringar saktans kunnu gerast á økinum.
Heini á Borg sigur seg eisini at síggja møguleikar í einari samkipan. Bæði Heini á Borg og Bjarni Djurholm eru samdur um, at ein samskipan vil kunnu gera tað soleiðis, at sleppast kann undan dupultfunktiónum.

Klárt til Norrønu
Tað gleðiliga fyri Tórshavnar havn í hesum døgum er, at arbeiðið at gera klárt til nýggju Norrønu gongur eftir ætlan. Jónsvein Lamhauge upplýsir, at hóast trupulleikar við óveðrið, so gongur arbeiðið eftir ætlan, og roknað verður við, at alt verður liðugt til tíðina.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, staðfestir, at hjá Tórshavnar havn er Norrøna fyrsta raðfesting.
?Norrøna er og verður ein góður kundi hjá okkum, og vit vilja fegnir skapa góðar umstøður, sigur Jan Christiansen.
Nýggja Norrøna tekur fleiri enn áttahundrað bilar, men á Eystaru bryggju verður bert pláss fyri 250 á bíðirøðunum á sjálvari bryggjuni. Hetta krevur eina góða samskipan, um alt skal ganga eftir vild.
Rampan til nýggju Norrønu kostar einar 30 milliónir, og tornið til ferðafólki kostar 17 milliónir.
Jónsvein Lamhauge vísir aftur, at hetta kundi verið gjørt bíligari.
?Vit hava fingið at vita frá Smyril Line, at landgongin má liggja so høgt uppi, og tí verða vit noydd at rætta okkum eftir, sigur Jónsvein Lamhauge.
Eisini aðrar havnir, m.a. tann í Hanstholm, hava gjørt íløgur fyri omanfyri 20 milliónir fyri at hýsa Norrønu og øðrum tílíkum skipum.

Mynd: Bygningurin, har Farstøðin húsast verður munandi minni í næstum, tá ein partur av bygninginum verður rivin niður. Eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt til nýggju heimkomuna hjá nýggju Norrønu.
Mynd: Álvur Haraldsen.