Sjey menn eru ikki komnir afturíaftur, eftir at eitt suðurkoreanskt farmaskip sakk í illveðri har suðuri í Kinesiska Havinum í gjárkvøldið einar 350 fjórðingar suður úr Hongkong.
Skipið, sum æt Bright Ruby, var 15.000 tons stórt, og manningin var úr Suðurkorea og Burma. Fleiri skip hava leitað í nátt, og kinesisku myndugleikarnir hava sent tvey herskip at hjálpa við leitingini.
Í 2008 rændu somaliskir sjórænarar Bright Ruby. Ein mánað seinni rindaði reiðaríið loysigjald, og sjórænararnir sleptu skipi og manning.