Faroe Petroleum keypt seg inn í norskt loyvi

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið hevur keypt 12.5% av loyvi PL531 í Barentshavinum í Noregi. Loyvið inniheldur Darwin leitimiðið, sum væntandi verður borað við ársenda.

Darwin leitimiðið liggur á Veslemøy økinum í vestari parti av Barentshavinum, einar 60 til 80 km í ein útsynning frá Skrugaard og Havis oljufundunum hjá Statoil. 3D seismikkur er skotin yvir loyvi PL531, og fleiri leitimið eru eyðmerkt. Tann fyrsta boringin á loyvinum fer at royna Darwin leitimiðið. Vónað verður, at Darwin boringin fer at minka um váðan á hinum leitimiðunum á loyvinum.

Faroe Petroleum hevur keypt 12.5% frá Talisman Energy Norge AS, sum áður hevði 25% í loyvinum. Afturfyri rindar felagið kostnaðin hjá Talisman í boringini á Darwin miðinum. Repsol Exploration Norge AS, sum eigur 20% av loyvinum, stendur fyri boringini. Boririggurin Aker Barents verður nýttur til boringina. Hini feløgini, sum luttaka, eru Marathon Oil Norge AS (10%), RWE Dea Norge AS (25%) og Concedo ASA (20%).

Felagið fegnast um avtaluna, sum gevur okkum atgongd til okkara fyrsta brunn í Barentshavinum. Vestari partur av Barentshavinum er eitt óroynt og sera lovandi øki, har Statoil gjørdi eitt størt gjøgnumbrot í fjør við Skrugaard oljufundinum. Væntandi verður stór kapping um leitiloyvir á hesum økinum í 22. loyvisumfarinum í næstum. Keypið er eitt týðandi stig í ætlanini hjá felagnum um at byggja eina strategiska støðu í Barentshavinum, har felagið frammanundan eigur tvey loyvir longur eysturi.