Lagið ?Tell Me Now? hjá føroysku FAROE5, hevur í heilar fimm vikur verið spælt fleiri ferðir dagliga á hetlendsku útvarpsrásini SIBC. Tað er bretski útvarpsmaðurin Ian Anderson, sum hevur tikið lagið til sín.
Ian Anderson hevur í mong ár starvast í London hjá millum annað BBC, og hann metir at FAROE5, ?with some tweaking?, hava góðar møguleikar fyri at sláa ígjøgnum í Stórabretlandi.
Hesa vikuna er FAROE5-lagið í A-umfarið, sum merkir at tað verður spælt fimm ferðir um dagin ? hvønn dag. Hetlendingar, sum hoyra útvarp, kenna sostatt flestallir lagið hjá føroysku gentunum. ?Tell Me Now? fór fyrst í B-umfar, og varð tá spælt tríggjar ferðir dagliga. Men aftaná tvær vikur í B-umfarið, fór lagið upp í A-umfar.
Genturnar í FAROE5 frøast um framgongdina, og jaligu metingina frá roynda útvarpsmanninum. Eyðfinn Jensen, talsmaður hjá Faroe5, sigur soleiðis um støðuna.
-Av tí at Hetland er ein partur av Stórabretlandi, er tað ein stórur heiður fyri FAROE5 at sláa ígjøgnum har, tí tað er eitt enskt talandi land, og tað hevur sjálvsagt stóran týdning, sigur hann.
FAROE5 kvinnurnar eru eisini sera fegnar um framgongdina, og siga tær soleiðis um støðuna.
-Bretland er jú Girl Group land nummar eitt, sigur Vígdis úr FAROE5.
- Ikki minst í Bretlandi er nýggja gentubólka-bylgjan stór í løtuni. Bólkar sum Sugababes, Girls Aloud og The Saturdays hava verið ímillum mest seljandi bólkarnar seinasta árið. Tí er tað stuttligt og spennandi, at fólk úr júst hesum landinum dáma okkara tónleik?, heldur Asta áfram.
?Tell Me Now? er eisini væl dámt í Føroyum, og hevur ligið nummar eitt á 15 teimum bestu í 9 vikur