Nýstovnaða Faroejet fekk ikki ta flúgvandi byrjan, sum flogfelagið vónaði og væntaði. Undirtøkan millum føroysk ferðafólk hevur sera lág, og felagið hevur koyrt við stórum undirskoti.
- Tað hevur annars gingið væl við øllum hinum. Flúgvingin og fraktin hava gingið framúr. Vit hava í stórum líki hildið tíðirnar fyri komu og fráferð, og ferðafólkini hava verið stak nøgd. Tey hava bara verið alt ov fá, sigur formaðurin í Faroejet, Knút Lützen.
Viðhvørt hevur flogfarið, sum flogfelagið hevur leigað, verið at kalla tómt. Aðrar túrar hevur kortini eisini verið fult, men í hesum einstøku førum hevur talan verið um serligar dagar, so sum beint áðrenn ólavsøku.
Ferðafólkið má tvífaldast
Formaðurin í Faroejet leggur ikki fingrarnar ímillum, at vend má koma í, um felagið skal halda fram á Føroyarutuni.
- Okkurt má henda skjótt. Verður undirtøkan ikki størri, enn hon hevur verið, so mugu vit gevast á Føroyarutuni. Eitt flogfelag kann ikki koyra við undirskoti, vísir Knút Lützen á.
Hann vil ikki nevna nøkur tøl, men hann metir leysliga, at ferðafólkatalið helst skal tvífaldast, áðrenn talið er nøktandi.
Hetta merkir ikki, at Faroejet ætlar at takka fyri seg.
- Tað góða við einum flogfari er, at tað hevur veingir. Er ikki undirtøka á einari rutu, so flýgur flogfarið onkra aðrastaðni, sigur formaðurin í Faroejet, ið upplýsir, at felagið arbeiðir við fleiri alternativum, so sum øðrum flogrutum, skuldi Føroyarutan dottið niðurfyri.
Skilir ikki vantandi undirtøku
Formaðurin í Faroejet er rættiliga bilsin av, at undirtøkan hevur verið so lág.
- Tað er jú okkum at takka, at kapping aftur er komin á økinum, og at prísurin á ferðaseðlum er minkaður so nógv. Her hugsi eg eisini um ferðaseðilin hjá Atlantic. Eg gangi út frá, at fólk ynskja kapping, men við hetta lag enda vit aftur í monopoli, og tí skilji eg ikki, at føroyingar ikki hava stuðlað okkum, sigur Knút Lützen.
Hann leggur afturat, at bæði fólk og ferðaskrivstovur hálovaðu nýstovnaða felagnum, tá tað byrjaði, tí nú fóru prísirnir aftur at koma niður á eitt realistiskt støði.
- Og tað er eisini hent, men vit kunnu jú ikki halda fram, tá flogfarið flýgur við dundrandi undirskoti, heldur formaðurin í Faroejet.
Ferðaskrivstovur gera mismun
Hann viðgongur tó, at felagið hevur gjørt nakrar barnafeilir, og at hesir hava havt sína ávirkan. Størsti feilurin var at gera egna bookingarskipan. Hetta hevur gjørt tað meiri trupult enn gott er hjá føroysku ferðaskrivstovunum, ið vanliga nýta altjóða skipanina Amadeus. Og tí hava tey tikið Atlantic Airways framum.
- Vit hava hoyrt fleiri dømi frá fólki, at nakrar ferðaskrivstovur einans hava nevnt Atlantic Airways, tá fólk hava spurt seg fyri um at keypa ferðaseðil. Orsøkin er sjálvandi ikki illvilji, men at tað er lættari at velja Atlantic, sum er skrásett í Amadeus-skipanini, heldur Knút Lützen, sum kortini væntar, at støðan verður betur um nakrar vikur, tá Faroejet skiftir yvir til Amadeus.
Sterkan eginpening
Hóast Faroejet ikki hevur havt nakra dreymabyrjan, so er eingin vandi í, at flogfelagið fer á heysin, sambært formanninum.
- Vit hava sterkan eginpening, 25 milliónir, og vit hava alla tíðina kalkulerað við einum undirskoti fyrsta árið. Men undirskotið kann ikki halda fram. Gongdin má vendast. Og tað má henda skjótt. Fáa vit ikki betur stuðul, so mugu vit gevast á Føroyarutuni, sigur Knút Lützen at enda.