Favorittstøðan hjá Albania er minni enn hjá Kekkia

Her eru oddsini hjá 17 altjóða veddingarfyritøkum upp á EM-undankappingardystin millum Føroyar og Albania á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið annan heimadystin í hesari EM-undankappingini.

 

Mótstøðuliðið á Tórsvølli hesaferð verður Albania, ið vann sannførandi 2-0 sigur á Moldova farna leygarkvøld.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur hava Albania sum favoritt til at vinna dystin, men Albania hevur langt frá somu favorittstøðu sum Kekkia hevði móti Føroyum farna leygarkvøld. 

 

Oddsini upp á albanskan útisigur liggja millum 1,62 og 1,72.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 5,35 og 5,77.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,75. 

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##