Kyndilsmenn gjørdu kyndilskvinnum kunstin eftir og vunnu seg í Faxe Kondi steypafinaluna, har H71 væntandi verður mótstøðuliðið. H71 møtir KÍF í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld klokkan 19, og hava hoyvíkingar eina 41-26 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni.
Kyndil vann ein samlaðan 67-51 hálvfinalusigur á Neistanum. Í kvøld bleiv tað veruliga ongantíð spennandi um samlaða úrslitið, tá Kyndil sum var heimaliðið í kvøld vann 36-26 á Neistanum. Í steðginum var Kyndil frammanfyri við fimm málum, 18-13.
Ovi Lützen var við 11 málum stórskjútti hjá Kyndli í kvøld. Við átta málum var Fríði Magnussen toppskjútti hjá Neistanum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá seinnu hálvfinaluni millum Kyndil og Neistan:
##med2##












