Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona vóru í kvøld pískaðir at vinna á Ystad í Brinova Arena í Karlskrona.
Tapti Karlskrona vóru teir fimm stig frá áttanda plássinum. Men tað endaði lukkutíð við einum 33-29 sigri til Karlskrona, ið nú er á níggjunda plássinum við 19 stigum. Teir eru bert eitt stig frá Ystad, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Í steðginum var Karlskrona á odda 17-14.
Tróndur skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál (assist).
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Karlskrona dyst á útivølli móti Västerås-Irsta.











