Meðan tað er longu avgjørt í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum, at tað vera H71 og Neistin sum vinna seg í hálvfinalurnar, so er einki avgjørt enn í bólki 1.
Í høllini á Hálsi leiktu Kyndil og KÍF málríkan javnleik 33-33. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 19-15. Beint undan dystarloki tryggjaði Ovi Lützen kyndli javnleik við einum brotskasti. Eitt stig, ið kann fara at vísa seg at vera gull vert.
William Skovsager var við 13 málum stórskjútti hjá Kyndli. Toppskjútti hjá KÍF við níggju málum var Benedikt Emil Aðalssteinsson.
Í høllini á Skála vann StÍF stórsigur 39-29 á Kyndil 2. Strandingar vóru frammanfyri 19-13 í steðginum.
Jógvan Andreas Lamhauge var við níggju málum toppskjútti hjá StÍF. Blaðungi Brandur Debes Dánialsson var stórskjútti hjá Kyndli í kvøld. Hann skoraði 15 mál, also meir enn helvtina av málunum hjá liðnum.
Kyndil og KÍF hava trý stig hvør. StÍF hevur tvey stig, meðan Kyndil 2 einki stig hevur.
Í triðja og avgerandi umfarinum 10. desember verður leikt soleiðis Kyndil-StÍF og KÍF-Kyndil 2.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dystunum í bólki 1:
##med2##
##med3##













