Hóskvøldið hin 20. november klokkan 20 verður kvøldseta í Frøishøllini í Kvívík.
Tað verður borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, sum fer at bjóða vælkomin.
Umframt at vera borgarstjóri, er Hans Jóhann eisini næstformaður í VEKS-samstarvinum.
VEKS er eldrasamstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu.
Kvøldsetan verður hildin, nú samstarvið hevur 10 ár á baki, og í Kvívík verður ymiskt forvitnisligt á skránni hóskvøldið.
Umframt, at her verður eitt rørsluligt innspark, sum tað verður rópt í skránni, fer Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, eisini at greiða frá.
Sálarfrøðingurin fer at røða um einsemi á eldraárum, og hvussu vinnast kann á einsemiskensluni.
##med2##
Durita Svarthamar fer at syngja, og her verður te, kaffi og føðingardagskaka.
Sum seinasta punkt á skránni fyri kvøldið verður føroyskur dansur við Norðstreymoyar Dansifelag.












