Í kvøld var seinni dysturin í innleiðandi bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum leiktur í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin tók ímóti StíF.
Neistin vann stórsigur 38-25. Í steðginum var Neistin á odda 24-9. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað strandakvinnum at avmarka tapið.
Toppskjúttar hjá Neistanum við átta málum hvør vóru Silja Olivia Heðinsdóttir og Helena Dahl Magnusardóttir. Toppskjúttar hjá StíF við fimm málum hvør vóru Emmy Ingibjørg Kass og Malene Madsen.
Fyrr í dag vann Kyndil í sama bólki 33-22 (17-12) á VB suðuri í Vági.
Neistin og Kyndil hava tvey stig hvør, meðan VB og StíF einki stig hava.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og StÍF:
##med2##












