Útidysturin hjá FC Barcelona ímóti Cadiz í La Liga í kvøld varð avbrotin eftir umleið 83 minuttir spæl.
Eftir øllum at døma vegna eina støðu við einum áskoðara á áskoðaraplássinum. Cadiz málmaðurin Conan Ledesma rann skjótt yvir móti áskoðaraplássinum við einum hjartastartara.
Dysturin steðgaði og spælararnir vóru á vøllinum í meira enn eitt korter, áðrenn flestur teirra fóru móti umklæðingarrúminum.
Sambært Cadiz er dytsturin enn ikki avlýstur. Tað skrivar felagið á Twitter.
FC Barcelona váttar á sínum Twitter-profili, at talan er um ein heilsuliga neyðstøðu við einum áskoðara.
Barcelona var á odda 2-0, tá dysturin varð avbrotin eftir mál hjá Frenkie de Jong og Robert Lewandowski.
/ritzau/
##med2##