FC Fredericia vann ein ótrúligan sigur á Brøndby

Aftaná átta tap á rað bragdaði aftur hjá Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í FC Fredericia

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia hava verið í tungum sjógvi í bestu donsk fótbóltsdeildini. Men í kvøld bragdaði.

 

Frammanfyri 19.100 áskoðarum á leikvøllinum í Brøndby vann FC Fredericia ein ótrúligan og óvæntaðan 3-1 sigur á Brøndby, ið hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum. Í seinna hálvleiki fekk Brøndby tveir leikarar vístar av vøllinum. Marko Divkovic og Noah Nartey fingu beinleiðis reytt kort. 

 

Jacob Ambæk legði Brøndby á odda í 12. minutti, men áðrenn steðgin hevði Fredericia lagt seg á odda 2-1. Fyrst javnaðu teir við einum sjálvmáli, og so var tað Oscar Buch, ið legði Fredericia á odda 2-1. Seint í seinna hálvleiki økti Eskild Dall til 3-1.

 

Mattias var ein av trimum leikarum, ið fekk besta karakterin frá Soccerstand/Flashscore fyri sítt avrik. Mattias fekk 7,4 (av 10). Lokali miðilin, Fredericia Dagblad staðfestir eisini eitt gott avriki hjá Mattiasi. 

 

Sigurin er søtur hjá Fredericia, ið hevði tapt átta dystir á rað undan bragdinum á leikvøllinum í Brøndby í kvøld. 

 

Fredericia er næstaftast í superliguni við 14 stigum. 

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Fredericia seinasta dystin undan vetrarsteðginum, tá OB kemur á vitjan á Monjasa leikvøllinum.